Høgni skrivaði søgu oman á søgu

Yngsti FM vinnarin í talvi nakrantíð er tann fyrsti at verða meistari við fullum stigatali

Tað var framúr avrik, sum 16 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen vísti í dag, tá ið hann staðfesti, at hann í hesi FM kappingini fyri einstaklingar var sera sannførandi FM vinnari.

Høgni Egilstoft Nielsen vann ímóti Martini Poulsen, sum inntil í dag var argasti kappingarneytin hjá honum. Harvið vann Høgni sum tann fyrsti nakrantíð FM við fullum stigatali. Høgni er yngsti FM vinnarin nakrantíð. 29.apríl verður hann 17 ár.

Helgi Dam Ziska var frammanundan yngsti FM vinnarin. Hann var 17 ár, tá ið hann í 2008 varð meistari.

 

Í 2014 kappingini, sum seinastu vikuna hevur verið í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, har Klaksvíkar Talvfelag var fyrimyndarligur vertur, luttóku fýra fyrrverandi meistarar: Rani Nolsøe (1997), Hans Kristian Simonsen (2002), Martin Poulsen (2003, 2004, 2006 og 2009) og Rógvi Egilstoft Nielsen (2012).

 

Tríggir teir fremstu fingu ognarsteyp, sum vóru latin av Norðoya Sparikassa.

Mynd: talvtos: Frá vinstru: Hans Kristian Simonsen (3), Høgni Egilstoft Nielsen (1) og Rógvi Egilstoft Nielsen (2)

 

 

9. umfar

Margar B. Berg-Rani Baldursson ½ - ½

Rógvi Egilstoft Nielsen-Hans Kristian Simonsen 1-0

Høgni Egilstoft Nielsen-Martin Poulsen 1-0

Heiðrikur T. Jacobsen-Tummas Martin Sólsker ½ - ½

Ólavur Simonsen 0-1

 

 

Endaliga støðan

Høgni Egilstoft Nielsen 9 stig

Rógvi Egilstoft Nielsen 7 stig

Martin Poulsen 6 stig

Hans Kristian Simonsen 6 stig

Ólavur Simonsen 5 stig

Rani Nolsøe 4 stig

Tummas Martin Sólsker 2 ½ stig

Heiðrikur T. Jacobsen 2 ½ stig

Rani Baldursson 2 stig

Margar M. Berg 1 stig