Hørður fekk ein dyst

So hepnir vóru Jákup Johansen(Skála) og Bárður J. Heinesen(KÍ) ikki

Um vikuskiftið komu trý beinleiðis reyð kort í 22. umfari í Effo-deildini. Hørður Askham(B36), Jákup Johansen(Skála) og Bárður J. Heinesen(KÍ) fingu allir beinleiðis reytt kort. Nú hevur Kappingarnevndin latið dómin falla. Hørður Askham fær leikbann í ein dyst, meðan Jákup Johansen og Bárður J. Heinesen skulu sita yvir í tveir dystir.

 

Hørður Askham:

 

Hørður Askham sparkaði út eftir Halli Hansson í 2-0 tapinum fyri Víkingi í Gundadali. Reyða kortið er ilt at seta spurnartekin við, tí tað sæst greitt á sjónbandamyndunum, at U21 landsliðsmiðverjin sparka út eftir Halli Hansson.

 

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Hørði Askham (kvf.fo)

 

Dómur: Leikbann í ein dyst. Skal sita yvir móti NSÍ komandi sunnudag

 

Jákup Johansen:

 

Tá kunnu fleiri spurnartekin setast við reyða kortið hjá Jákup Johansen, sum verður dømdur fyri at senda fótin í andlitið á Leif Niclasen hjá EB/Streymi, sum vunnu dystin 3-1. Tað ber illa til at síggja á myndunum, at Jákup Johansen skal gera tað við vilja.

 

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Jákupi Johansen (kvf.fo)

 

Dómur: Leikbann í tvier dystir. Skal sita yvir í dystunum móti HB og KÍ

 

Bárður J. Heinesen:

 

Í Klaksvík var rómur kring vølli, tá tað fyri fyrstu ferð í níggju ár eydnaðist KÍ at vinna á HB við Djúpumýru. Tó fekk innskifti Bárður J. Heinesen beinleiðis reytt stutt fyri tíð, tá hann verður dømdur fyri at tveita seg í eina tveybeinta takling.

 

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Bárði J. Heinesen (4:05)

 

Dómur: Leikbann í tveir dystir. Skal sita yvir móti B68 og Skála

 

Hetta er sambært yvirlitinum á FSF.fo.