Hørður H. Askham slapp á vøllin í 86. minutti, tá lið hansara, FC Roskilde vann 2-1 á HIK á útivølli í Hellerup. Talan var um dyst í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá Hørður kom á vøllin var støðan 1-0 til Roskilde. Marius Uhd hevði syrgt fyri málinum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tríggjar minuttir aftaná Hørður var komin á vøllin javnaði HIK til 1-1. Men minuttin aftaná skoraði Mathias Veltz sigursmálið hjá Roskilde.
Roskilde er nummar fimm við 40 stigum nú fimm dystir eru eftir at leika í ovara endaspælinum. Teir hava 11 stig upp til liðið hjá Ara Olsen, Vendsyssel FF, ið er næstfremst við 51 stigum.
Í morgin klokkan 12 kann Vendsyssel FF við útisigri á Næstved taka eitt stórt stig móti uppflyting til næstbestu deildina. Næstved hevur 48 stig á triðja plássinum.











