Løgtingið hevur vitjan úr Álandi

Løgtingsins Mentanarnevnd, Trivnaðarnevnd og Vinnunevnd hava í døgunum 5. – 6. mai 2026 verið vertur fyri vitjan av nevndum úr álendska lagtinget.

Talan er um tvær álendskar nevndir Lag- och kulturutskottet og Social- och miljöutskottet, sum vóru á kunningarferð í Føroyum.

 

Løgtingsins Mentanarnevnd var og vitjaði álendska Lag- og kulturutskottet í Álandi fyri tveimum árum síðani. 

 

Báðar tær álendsku nevndirnar vitjaðu Løgtingið umframt Norðurlandahúsið saman við Mentanarnevndini og Trivnaðarnevndini.

 

Lag- och kulturutskottet vitjaði harumframt saman við Mentanarnevndini Ítróttarsamband Føroya, Kringvarp Føroya, Skúlan á Fløtum, Glasir og Fróðskaparsetrið.

 

##med2##

Mynd: Carina Strand, skrivari, Hallur Markná, skrivari, Liljan Weihe, Anders Holmberg, Regin Marnerson, skúlastjóri, Súsanna Bertholdsen, forkvinna, Henrik Löthman, Sandra Listherby, forkvinna, Martin Karl Olsen, 1. varaskúlastjóri, og Bjarni K. Petersen

 

##med3##

Á vitjan í Glasir. Høllin har lesandi á bilbreyt halda til. 

 

Social- och miljöutskottet vitjaði saman við Trivnaðarnevndini Almannaverkið, Heilsustýrið, Landslæknan og Landssjúkrahúsið.

 

##med4##

 

Annette Holmberg-Jansson, Grímur Sundstein, Mogens Lindén, Per Busk, sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, Christian Wikström, Sámal Petur í Grund, Liz Mattsson, Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, Robert Mansén og Magni Højgaard. 

 

##med5##


Tummas í Garði greiðir frá. 

 

Báðar tær álendsku nevndirnar vitjaðu saman við Vinnunevndini og Mentanarnevndini Umhvørvisstovuna, Förka og SEV.