Víkingur Reykjavík knústi Þór á heimavølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru fyribils á odda

 

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu í kvøld stórsigur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á heimavølli á Víkingavøllinum vann heimaliðið ein knúsandi 6-0 stórsigur á Þór Akureyri. Víkingur skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki. Longu tá 28 minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan 3-0.

 

Víkingur Reykjavík-Þór Akureyri 6-0 (3-0)

1-0 Valdimar Þór Ingimundarson ('10 )

2-0 Elías Már Ómarsson ('25 )

3-0 Óskar Borgþórsson ('28 )

4-0 Karl Friðleifur Gunnarsson ('50 )

5-0 Óskar Borgþórsson ('61 )

6-0 Elías Már Ómarsson ('72 )

 

Stjarnan er í steðginum á odda 2-0 móti KR. Um KR tapir tann dystin verður Víkingur Reykjavík oddalið í kvøld við 16 stigum fyri seks dystir.

 

Komandi mikukvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur Reykjavík áttandapartsfinalu í steypakappingini á útivølli móti HK, ið spælir í næstbestu deildini.