Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf spældi í kvøld dyst í bundesliguni á heimavølli í ZAG-Arena í Hannover. Á vitjan var Leipzig.
Tað eydnaðist Hannover at vinna dystin 36-33. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Vilhelm var noteraður fyri eitt mál og eitt upplegg til mál.
Hetta var fyrsti sigurin hjá Hannover í fimm teimum seinastu dystunum í bundesliguni. So talan var um ein tiltrongdan sigur.
Hannover-Burgdorf er nummar 11 í deildini við 27 stigum. Liðið kann í besta føri røkka einum níggjunda plássi nú tríggir dystir eru eftir at leika.
Nú fer Vilhelm saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um HM Play Off dystirnar móti Bosnia-Hersogovina. Fyrst á útivølli komandi hóskvøld, og síðani við Tjarnir leygarkvøldið 16. mai klokkan 19.











