Eftir fleiri seinkingar verður nú roknað við rættiligari vissu, at pallurin West Phoenix setir borin í føroysku undirgrundina um mánaðarskiftið juni/juli. Hetta skilst frá keldum á Jarðfeingi, sum nú í eina tíð hevur bíðað í spenningi eftir, at ENI skuldi fara undir at bora sjeynda brunnin á landgrunninum.
At boringin nærkast kundi arbeiðsfundurin og økta virksemið í hølunum hjá ENI í Havn í farnu viku bent á. Tá vórðu umboð fyri ENI og ymsar myndugleikar savnað til at gjøgnumganga eitt nú tilbúgvingarætlan og øll onnur hugsandi viðurskifti í sambandi við boringina.
Tað hevur tikið meiri tíð hjá Total, sum í løtuni brúkar boripallin í norskum øki at gera sítt arbeiði liðugt. Og tí er boriskráin broytt nakrar ferðir hesa seinastu tíðina. Men nú tykist løtan nærkast, tá hol aftur verður sett á føroysku undirgrundina.
Boringin er mett at taka í mesta lagi 75 dagar, og tað merkir at verður borurin settur í fyrst í juli mánað, so verður hon liðug umleið hálvan september. Tað er trupult at fáa nakað at vita frá italska fyristøðufelagnum um komandi boriverkætlanina. Men hyggja vit í seinastu útgávuna av Faroe Business Report, sum kom út nú um dagarnar, so verður sambært skotska oljujournalistinum, Jeremy Cresswell, mett, at Anne Marie leiðin inniheldur møguleika fyri einum góðum úrsliti. Dýpið, har borað verður, er 1250 metrar. Farið verður eftir serstakliga tveimum málum í undirgrundini og serfrøðingar meta, at annað málið kann goyma upp í 600 mill. tunnur av olju og hitt millum 500 mill. og 2 milliardir tunnur.
Portalurin og miðlarnir hjá Miðlahúsinum, Sosialurin og Rás2 ætla at fylgja hesi komandi boringini sera neyvt ? sjálvsagt í tann mun tað ber til at fáa upplýsingar sohvørt boringin fer fram.