Heilt frá barnsbeini av hevur stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Anni á Hædd, fylgt huganum. Hon hevur gjørt tað, sum hon heldur er spennandi, uttan at stúra ov nógv fyri, hvat onnur halda.
Tað kemst ikki uttan um, at hon hevur sjálvsálit, henda blíða og vinarliga, men eisini viljasterka kvinnan.
Anni heldur ikki, at tað krevur eina serliga persónsmennsku at vera leiðari. Men hon dylur ikki fyri, at hon trívist í starvinum. At vera við til at samansjóða tveir ymiskar stovnar til ein nýggjan, seta orð á ein føroyskan tilbúgvingarpolitikk, skapa eina opna virkismentan, stuðla og eggja góðum starvsfólki at gera sítt besta, samstarva við nógvar ymiskar stovnar, og tryggja borgarunum tað bestu tænastuna. Hetta eru alt spennandi uppgávur, sum Anni hevur tann frammíhjárætt at sleppa at arbeiða við hvønn dag.
At fylgja huganum.
Sum smágenta í Klaksvík spældi Anni bæði við dukkur og bilar, henni dámdi væl at fylgja pápanum í hansara arbeiði, og hon slapp eisini at fylgja sínum hugi.
- Eg var ofta á flot við pápa mínum, og í Svínoy sluppu vit børn at vera við til at hoyggja og fara eftir torvið. Eg elskaði at rokast og fekk ongantíð at vita, at tað ikki var í ordan.
Hon minnist onki til, at tað vóru avmarkingar fyri, hvat hon kundi gera, av tí, at hon var genta. Og hon legði ikki í, um onkur helt hana vera drongjaliga. Hon fortelur flennandi frá einari hending.
- Eg var umleið níggju ára gomul og hevði hetta stutta hársniðið, sum flestu gentur høvdu í 70unum. Eg var á veg heim til gongu, tá ein Føroya Bjór bilur stegðar, og førarin rópar: “Tú, hann sjálvur, vilt tú hava nøkur klistrimerki.” Eg minnist onki til, at eg var kedd um, at hann helt meg vera drong. Eg hugsaði bara, at tað var eitt rimmar kupp at fáa klistrimerkini.
Lætta sinnalagið hevur hon framvegis. Og tá starvið sum leiðari á samanlagda stovninum Tilbúgvingarstovni Føroya varð lýst leyst, helt hon, at hon kundi klára starvið líka væl sum onkur annar og søkti. Hon hevur altíð verið áhugað í umhvørvi og almennari umsiting. Hon hevur eisini drúgvar royndir á økinum frá oljumálaráðnum og innlendismálaráðnum, og umframt útbúgvingina sum løgfrøðingur, hevur hon eina Masterútbúgving í Management frá Robert Gordon universitetinum í Aberdeen.
Disiplin.
Tað er ikki soleiðis, at hon altíð hevur droymt um at verða stjóri. Heldur hevur tað verið so, at hon hevur sett sær eitt mál, og tá hon hevur rokkið tí, hevur hon sett sær eitt nýtt. Sum ung var hon virkin í ítrótti, serliga í svimjifelagnum Ægir. Og har lærdi hon gleðina við at seta sær mál og náa teimum. Svimjingin kravdi eisini disiplin. Henda venjing í disiplin og málsøkni kom væl við í lesnaðinum, og hevur eisini hjálpt henni seinni.
Anni hevur eitt positivt lyndi, og hon heldur ikki, at stjórastarvið hevur kravt nøkur frával. Hon setur sær tey mál, sum hon hevur hug til, og so ger hon tey val, sum føra hana á mál.
Kyn ongin forðing.
Anni minnist seg ongantíð hava møtt kynsdiskriminatión í arbeiðnum. Tað verður hugt eftir dygdum og veikleikum, og tað hevur onki við kyn at gera. Hon arbeiðir annars í einari rættiliga mannstungari verð. Á Tilbúgvingarstovninum hevur hon 19 mans og eina kvinnu undir sær.
Kanska hevur kynið verið ein fyrimunur onkuntíð. Tá man til dømis sum umboð fyri oljumálaráði var á oljumessu, har 3 út av 100 luttakarum vóru kvinnur, so var man so eyðsýndur, at man ikki varð gloymdur beinanvegin.
Anni leggur eisini dent á, at stuðulin bæði úr barnaheiminum og frá makanum hevur týdning. Hon hevur altíð verið eggjað til at gera sítt besta og vera nøgd við tað, og makin sær onga hóttan í at búgva saman við einum stjóra. Hon hevur heldur ikki møtt nógvum fordómum millum vinir og kenningar, tí hon er kvinna.
Fólk hava nógv fleiri fordómar um akademikarar – fyri ikki at snakka um akademikarar í almennu fyristingini – enn tey hava um kvinnuligar leiðarar, heldur hon.