Hon skuldi havt lívverju

Maður Onnu Lindh, Bo Holmberg, fýlist á, at svenska trygdarløgreglan ikki lat hana hava lívverju teir seinastu dagarnar upp undir fólkaatkvøðuna um evruna.

Tað var í einari samrøðu við sjónvarpið TV4, at Bo Holmberg fanst at trygdarløgregluni.

-Soleiðis sum samfelagið er háttað í dag, er tað greitt, at hon skuldi havt lívverju. Hevði hon havt tað, var einki hent henni, sigur Bo Holmberg.

Leiðarin í lívverjudeildini hjá svensku trygdarløgregluni, Margareta Linderoth, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til ábreiðslurnar frá Bo Holmberg. Hann kann venda sær til mín, sigur hon.

Ein fyrrverandi lívverji hjá trygdarløgregluni, John Erik Hahne, undrast eisini á, at Anna Lindh ikki hevði lívverju. Hann vísir á, at orðadrátturin upp undir fólkaatkvøðuna um evruna var harður, og at Anna Lindh hevði sínar avgjørdu áskoðanir.

-Eg helt, at hon hevði lívverju. Tað ivaðist eg ikki í, og eg eri vísur í, at hevði hon havt lívverjum var hon á lívi í dag, sigur John Erik Hahne við svensk bløð.

Tað er eisini komið fram, at uttanríkisráðið í Stockholm spurdi trygdartænastuna Sæo, um hon ætlaði at lata Onnu Lindh fáa lívverju teir seinastu dagarnar upp undir fólkaatkvøðuna. Men svarið frá trygdartænastuni var, at uttanríkiráðharrin var ikki í vanda.