Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Hann er eisini sjálvur deyður av skotum. Tað er ógreitt, um hann hevur skotið seg sjálvan, ella um løgreglan hevur skotið hann.
Maðurin møtti upp í Old National Bank við eini riflu, og har særdi hann eisini minst átta fólk.
Tvey løgreglufólk eru millum tey, ið vórðu rakt av skotum.
Løgreglan á staðnum hevur sambært Reuters eyðmerkt mannin sum 23 ára gamla Connor Sturgeon, sum starvaðist í bankanum í fjør.
Aðrir miðlar sum eitt nú The New York Times skrivar, at maðurin var 25 ár.
##med2##
/ritzau/