Umfatandi nýumvæling av hotelbygningunum, nýggj sushi- og vínbarr og tíggju ár á rað við yvirskoti eru trygga grundarlagið undir P/F Hotel Føroyum, nú hotellið bjóðar framtíðini av
Føroya størsta hotel- og matstovufelag, P/F Hotel Føroyar, hevði aðalfund 27. februar 2009. Felagið kann eftir aðalfundin líta aftur á tíggju ár á rað við yvirskoti. Ársúrslitið í 2008 eftir skatt er kr. 2,6 mió., eginognin er kr. 10 mió, og samtakið telur í dag 90 ársverk. Hetta er eitt ársúrslit, sum nevndin fyri P/F Hotel Føroyar er heilt væl nøgd við.
- Úrslitið í 2008 er nøktandi, og vit kunnu sum høvuðspartaeigari í P/F Hotel Føroyum verða væl nøgd við árið, sigur nevndarformaðurin, Gunnar í Liða, ið eisini er stjóri fyri TF Holding, sum eigur 41% av P/F Hotel Føroyum. Hinir eigararnir eru fýra leiðandi starvsfólk, sum eiga samanlagt 49%, og Atlantic Airways, sum eigur tey seinastu 10%.
P/F Hotel Føroyar eigur og rekur í dag tvey hotel, eitt vallaraheim og fleiri matstovur, teirra millum Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, vallaraheimið Kerjalon, hvonn brasserie, Borðkrók í Norðurlandahúsinum og Kafé Vágsbotn. Um tveir mánaðir letur nýggjasta matstovan hjá felagnum, ein sushi- og vínbarr, upp á Áarvegnum í Havn. Heili 60% av samlaðu inntøkunum hjá P/F Hotel Føroyum stava nú frá matstovuvirkseminum, og er hetta virksemi sostatt vorðið týdningamesta inntøkugrundarlag felagsins.
Bygningarnir Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Kerjalon eru allir nýumvældir seinastu árini, og við hesi íløgu er P/F Hotel Føroyar nú so væl fyrireikað til framtíðina, sum tað kann verða. Tí verður nú í spenningi bíðað eftir ætlaðu leingingini av flogvøllinum, sum fer at bøta enn meira um karmarnar kring føroyska ferðavinnu.
- Ein leingjan av flogvøllinum verður til gagns fyri samfelagið og kemur at hava positiva ávirkan á føroysku ferðavinnuna og harvið virksemi hjá Hotel Føroyum, sigur Johannes Jensen, stjóri fyri Hotel Føroyar, sum í hesum sambandi vísir á, at talið av gistingum, serliga teim útlendsku, er minkað síðan 2005, og at útlitini fyri 2009 heldur ivasom.
Felagið er tó fíggjarliga væl fyri, og við sínum fjølbroytta virksemi, nýumvældu bygningum og øðrum nýggjum hentleikum, er tað klárt til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum fara at koma.