Umleið 700 fólk vóru til móttøkuna fríggjadagin 7. januar 2005, tá Hotel Hafnia formliga varð yvirtikið av nýggju eigarunum. Tað er P/F Hvarvið sum í dag eigur hotellið.
Gomlu eigararnir Johan, M.C. og Martin Restorff nýttu høvið at takka øllum, bæði starvsfólkum og viðskiftafólkum fyri trúfesti og gott samstarv farnu árini.
Nýggju stjórarnir eru Ása Johnsdóttir og Birna Gaard.
Ása er 39 ára gomul. Hon hevur starvast á Hafnia síðan 1985, tey seinastu 10 árini sum leiðari av móttøkuni, og Birna er 32 ára gomul og útbúgvin Akademi Økonom frá hotelskúla í Keypmannahavn. Seinasta árið hevur hon hevur starvast sum konferencestjóri á Hafnia.
Tey sum hildu talu vóru: Johan Restorff, fyri gomlu eigararnar, Gunnar Justinussen fyri nýggju eigararnar, og Ása Johnsdóttir, stjóri á hotellinum
Hóast eingin av Restorff familjuni nú er eftir á Hotel Hafnia, verður hotellið rikið í sama anda sum higartil og starvsfólkini eru tey somu.