Skála
Skála tók øll á bóli í fótbóltskappingini í fjør. Liðið legði harðliga fyri við at vinna fyrsta dystin, sum var ímóti meistaraliðnum HB, og eftir nøkur umfør var alt prát um niðurflytingarvanda bráðtagnað á Skála. Eftir tað snúði tað seg um eitt oddastríð ímóti stóru feløgunum úr Havnini, og endin var eitt triðja pláss, bronsa og kjansur í europeiskum fótbólti.
Tað var ikki bara tað, at Skála fekk góð úrslit og var ovarliga á stigatalvuni. Liðið spældi eisini góðan og positivan fótbólt, og til tíðir var rættiligt flog yvir tí kvika og ágangandi liðnum hjá Skála.
? Tað kom óvart á nógv lið, at vit spældu so álopssinnað í fjør. Fólk høvdu helst roknað við, at vit fóru at vera defensivir, men vit gjørdu beint tað øvugta. Vit løgdu dent á at spæla skjótt, ágangandi og álopssinnað, sigur Johan Nielsen, sum varð valdur til ársins venjara í føroyskum fótbólti í fjør.
Snildi og dugnaligi venjarin úr Havn hevði gjørt Skála til eitt oddalið eftir einum ári, og tað kom púra óvart á tey flestu.
? Vit hildu okkum til okkara leikhátt, og vit høvdu árið frammanundan eisini roynt at spælt, sum vit gjørdu í fjør, men tá kláraðu vit tað ikki. Men eftir eitt ár gekk tað betur við spælinum, og onkrar dystir í fjør spældu vit væl, sigur Johan Nielsen beskeðin.
Álopssinnaður hugburður
Tað tóktist, sum um fyrsti dysturin í fjør rættiliga kickstartaði eitt Skálalið, sum árini frammanundan hevði stríðst í botninum í 1. deild.
? Tann fyrsti sigurin skapti begejstring á liðnum. Spælararnir sóu, at teir kundu vinna, hóast árini frammanundan høvdu verið tung. Góða samanhaldið á liðnum og viljin bóru liðið langt í fjør, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at nakrir spælarar skaraðu framúr og gjørdu stóran mun, sigur Johan Nielsen.
Hann hevði arbeitt við einum grundleggjandi leikhátti, sum liðið helt seg til alt árið.
? Vit skulu tora at leypa á, og vit skulu lata bóltin gera arbeiðið. Vit eru ikki so tekniskt góðir, at vit kunnu putlast við bóltinum, men tað er umráðandi, at spælið gongur skjótt, og er kjansur at spæla bóltin frameftir, so skulu vit gera tað.
? Vit vilja hava bóltin, men tað skal ikki verða bara fyri at hava bóltin. Tá ið vit vinna bóltin, skulu vit altíð fyrst royna at hyggja frameftir fyri at vita, um ein kjansur er at leypa á, men um tann kjansurin ikki er har, so skulu vit spæla bóltin runt á liðnum og royna at koma fram á vøllin á tann hátt.
Tann eyðkendi leikhátturin hjá Skála kom ikki av ongum, tí í eitt heilt ár hevði Johan Nielsen lagt dent á hetta spælið, uttan at úrslitini høvdu verið serliga góð.
? Tá ið eg hugdi efti videoupptøkum av dystum hjá Skála árið frammanundan, kundi eg staðfesta, at liðið hevði trupulleikar bara við at spæla bóltin frá sínari hálvu og fram á vøllin. So byrjaðu vit at arbeiða við tí fyrst ? at hava bóltin ? og harfrá helt arbeiðið fram, greiðir hann frá.
Havnin má
framleiða spælarar
Seinastu tríggjar landskappingarnar hjá 1. deild monnum eru endaðar við, at HB er blivin meistari. Men hvat er tað, sum HB hevur gjørt betur enn hini feløgini í landinum?
? Teir hava havt teir bestu spælararnar, og teir hava dugað væl at fingið fatur á teimum. Men tað kann gerast ein trupulleiki fyri føroyskan fótbólt, um høvuðsstaðurin ikki produserar fleiri 1. deildarspælarar. Havnafeløgini hava hugsað nógv um at vinna FM, og tí hava feløgini ikki sett so nógvar ungar spælarar við, sum tey kundu, sigur Johan Nielsen.
? Um eitt so stórt øki í landinum ikki produserar nógvar 1. deildarspælarar, so kann tað gerast ein vansi, men tað tykist tíbetur sum, at ein vend er komin í, og fleiri ungir spælarar fáa kjansin í havnafeløgunum nú.
Johan Nielsen heldur, at tað er eisini umráðandi, at spælararnir sjálvir eru tolnir og hava vilja til at stríðast fyri at koma fram.
? Tí kann tað vera sera gott fyri føroyskan fótbólt, at nakrir ungir spælarar fara uttanlands at spæla. Tað kann vísa øðrum, at tað loysir seg at seta sær høg mál og at stríðast fyri teimum, sigur Johan Nielsen.
Vánaligar fyrireikingar
Fyrireikingarnar hjá Skála til kappingina í ár hava verið darvaðar av, at fleiri av útlendsku spælarunum eru komnir seint til landið, og summir spælarar spæla hondbólt eisini.
? Í grundini hava vit onga fyrireiking havt, tí so nógvir spælarar hava manglað. Eg havi framvegis ikki havt alt liðið saman enn, sigur Johan Nielsen smáar tvær vikur áðrenn fótbóltskappingin byrjar.
? Øll hini feløgini hava vant í langa tíð, og summi feløg hava eisini vant í vetur, og tí er støðan á Skála nakað heilt fyri seg. Tað er eingin fyrimunur fyri okkum, at kappingin byrjar fyrri í ár, sigur Johan Nielsen.
Hann heldur, at tað hevði verið betur, um tað vóru fleiri lokalir spælarar við hjá Skála, men teir, sum kunnu spæla, eru við.
? Skála er í eini yvirgangstíð, har felagið má hava spælarar uttanífrá fyri at klára seg. Vit hava fingið teir lokalu spælararnar inn á liðið, sum kunnu verða við, og tað ganga helst nøkur ár, áðrenn Skála kann hava fleiri av sínum egnu við. Men tað er tann vegin, felagið skal, sigur Johan Nielsen.