Dagtilhaldið Hugnin á Sandoynni hevur í mong ár gjørt nógv burturúr at gera pakkar til Christmas Child. Tað eru eini 28-30 fólk, ið eru ímillum 65 og 92ár, sum á hvørjum árið senda ímillum 40-90 jólagávur við Christmas Child, og soleiðis er eisini í ár.
- vit hava sent nógvir pakkar í minst 9 ár á rað nú, og í hvørjum tí einasta pakka eru altíð eitt par av heimabundnum hosum, sigur Kristina á Reynatúgvu, leiðari í dagtilhaldinum.
Hóast tað mest eru hosur, ið verða bundnar, so er tað eisini bæði smáar troyggir, undirklæði, vøttir, dukkur, egnalappar og annað smátt, ið verður bundið til jólapakkarnar.
Viðskiftafólki í dagtilhaldinum gera, á hvørjum árið, eitt megnar arbeiði, og í ár er einki undantak.
- Bygdafólki veit, at vit plaga at binda teppir til Rumenia, og tí koma tey altíð á gátt við tógvrestum, sum tey ikki brúka. Í ár fingu vit so nógv tógv, at vit avgjørdu at gera serliga nógv burturúr bindingini til Christmas Child í ár, sigur Kristina.
Dagtilhaldi valdi at breiða alt tógvi út, sum tey høvdu fingið, og bólka tað eftir litið og kygd. Síðani kundu øll tey eldri taka tógvi heim við sær, við tí endamálið at binda til jólapakkanir. Tá ið tey komu heim aftur í dagtilhaldi við tí tey høvdu bundið, vóru tað ikki færri enn 156 pløgg, harav 84 hosupør.
- tað sum eyðkennir hesi fólkini í tilhaldinum er, at tey duga ómetaliga væl at fáa okkurt gott burturúr øllum, og tað hava tey sanniliga eisini gjørt hesafer, sigur Kristina, og leggur afturat, at hetta eru fólk, ið eru von at gagnnýta tað ið tey hava. Tað kemur tí ofta fyri, at eitt par av hosum ikki hevur færri enn 7 ymiskir litir, so tað ikki er ein endi, ið fer til spillis.
Tað mesta, ið hesi gott 30 fólkini hava sent avstað, er 86 pakkar.
- Tey pakka nógvar og góðar pakkar, og tað verður alt gjørt av kærleika. Tey keypa jú eisini leikur, sápir og annað at koyra í pakkanar, og tað lata tey við gleði, sigur Kristina.
Omaná at binda til Christmas Child verður tað, á hvørjum árið, send eini 15-30 teppir avstað til Rumenia, og tað eru alt teppir, ið hesi eldri fólkini, ið eru ímillum 65 og 92 ár, sjálvi hava bundið.