- Hugsa elitufótbólt

Anders Gerber heldur, at vit skulu tora at kollvelta føroyskan fótbólt

ÍtróttarSosialurin fer komandi tíðina at varpa ljós á spælaramenning í føroyskum fótbólti. Tað kann verða torført at avlesa hvørjum standi føroyskur fótbóltur er í. Vit hava eitt U17 landslið, sum hevur luttikið í EM endaspælinum, men seinastu tíðina hava U15, U16, U19 og U21 landsliðið havt tað torført.

 

Les greinarøð í ÍtróttarSosialinum

 

Venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, er ikki í iva um, at føroyskur fótbóltur kann mennast nógv afturat. Hann heldur, at hugburðurin til fótbólt í Føroyum skal kollveltast. Vit skulu samla teir bestu spælararnar í hvørjum árgangi og gera ein skúlaflokk, so hesir fáa meiri venjingar og á hægri stigi. Vit skulu tora at hugsa meiri í elitufótbólti, og ikki ræðast at traðka onkran á tærnar

 

-Størsta avbjóðingin er, at spælararnir venja ov lítið. Støðið á gerandisvenjingum er ov lágt, og evnaríku spælararnir hava mangan ov lætt spæl móti verru viðspælarunum. Tí verður hann ikki trýstur nóg mikið. Dystirnir hjá honum eru á ov lágum stigi, og hann spælir ov sjáldan móti jøvnum ella betri mótspælarum og verður ikki trýstur, sigur Anders Gerber við Ítróttar Sosialin, sum koma á gøturnar í gjár.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Hann kemur seinni inn á aðrar loysnir, sum kunnu gera gerandisdagin meiri spennandi fyri ein føroyska fótbóltsspælara, men tá tað kemur til at hugsa um Føroyar og føroyskan landsliðsfótbólt, so er svarið ein fótbóltsskúli.

 

- Besta loysnin er, at bestu spælararnir venja saman um morgunin, fyri síðani at kunna venja úti í feløgunum um kvøldið. Eitt slag av fótbóltsskúla er ein sera góð loysn, tí tað ger at spælararnir koma at venja meiri og á hægri stigi, sigur fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Silkeborg.

 

Brot úr greinarøð í Sosialinum mánadagin 12. juni 2017

 

Les fyrsta partin av greinarøðini í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum. Har er longri samrøða við Anders Gerber og fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og Thomas Thinggaard.