Húsið í Klaksvík leitar eftir starvsfólki

- Um vit sjálvi skulu siga tað, so er hetta eitt deiligt arbeiðspláss, har fáir dagar eru eins

Húsið leitar eftir starvsfólki at arbeiða við ungum millum 13 og 18 ár.

 

- Vit hava tørv á tveimum fólkum at arbeiða 2. hvørt vikuskifti og møguliga eisini at avloysa um kvøldið mitt í viku. Nógv ung fólk koma í Húsið, sum vit eru so sera góð við. 

 

Sagt verður um ungu fólkini, at tey eru stuttlig, krevjandi, avbjóðandi, fitt, harðmælt, spælisjúk, røsk, dugnalig, kreativ, frek, glað, kedd, og hava eina rúgvu uppá hjarta.

 

Og í Klaksvíkar kommunu siga tey soleiðis í dag:

 

- Tí er tað umráðandi fyri okkum, at tann, sum søkir, tímir at fáast við ung, torir at fjasa, torir at taka skjótar avgerðir, er sjálvstøðugur, men samstundis virðir felags avgerðir og ikki minst, at viðkomandi er initiativrík/ur.

 

Umframt alt hetta, so eru eisini nógvar praktiskar uppgávur hvønn dag, so tað er umráðandi, at tú ikki ert bangin fyri at fara í arbeiðshandskarnar - tað er meint bókstaviliga - vit spula tún, mála, smíða, heingja upp, bera og ymiskt annað.

 

- Um vit sjálvi skulu siga tað, so er hetta eitt deiligt arbeiðspláss, har fáir dagar eru eins. Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, sum ger nógv burturúr at hjálpa hvørjum øðrum, og at hava tað stuttligt saman við teimum ungu og millum starvsfelagar.

 

Lagt verður aftrat, at um tú er tann, sum leitað verður eftir, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n fyri 19. juli. Tú søkir starvið við at trýsta á eina leikju, sum sæst í tíðindastubbanum á www.klaksvik.fo 

 

- Húsið byrjar aftur eftir summarfrítíðina mikudagin 12. august 2026, so vónandi ert tú klár/ur at byrja tá. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

 

At enda verður lagt aftrat, at starvið krevur barnaváttan.

 

- Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Á. Gregersen, leiðara, á tlf. 281810.