Hvør skal vekja Tornurósu?

Nær fara teir føroysku fjølmiðlarnir at taka dystin upp við Sosialin á internetøkinum? Meðan kappingarneytarnir hava sovið sín tornarósusvøvn, hevur Portalurin hjá Føroya Tele og Sosialinum vunnið monopol, tá tað kemur til at gagnnýta internetmiðilin til tíðindaflutning. Tað er tørvur á einum álítandi og nýskapandi alternativi til Portalin, sum kann tryggja føroyingum eina sunna og neyðuga kapping á internetøkinum.

Eurogoals. Hjá flestu fótbóltsglaðum smádrongum í Føroyum stendur henda sjónvarpssending eftir sum ein varði, tá tú vaks upp. Soleiðis var eisini hjá mær. Hvørt mánakvøld settist tú spentur frammanfyri sjónvarpið at hyggja eftir fótbóltssendingini á rásini Eurosport. Mundi Barcelona hava vunnið sín dyst leygarkvøldið? Hvør fekk málini? Hvussu gekk tað hjá hetjuni Ronaldo í hollendska felagnum PSV? Gandaði hann aftur hetta vikuskiftið ella kláraðu kappingarneytarnir úr Amsterdam at steðga honum?

Eurosport borðreiddi við málum og úrslitum frá dystum í øllum Evropa um vikuskiftið, og hetta vóru tíðindi, sum fangaðu mín áhuga og høvdu týdning í mínum lívi. Men eg var tolin noyddur at bíða til mánadag, nei mánakvøld, áðrenn eg bleiv kunnaður um, hvussu dystirnir í vikuskiftinum spældu av.

Soleiðis er tað ikki í dag.

Síðan internetið er komið í hvørt heim er eingin orsøk at bíða eftir nýggjastu tíðindunum. Í dag fái eg úrslitið á internetinum í somu løtu, sum dysturin er avblástur. Ella á tekstvarpinum. Tíggju minuttir seinni er dysturin lýstur í odd og egg á túsundtals internetportalum, og venjarin hevur saman við leikarum gjørt viðmerkingar til dystargongdina.

Soleiðis er tað eisini við øðrum tíðindum. Útboðið er vorðið betri. Atgongdin er lættari, skjótari og ikki minst ókeypis. Internetportalar um allan heim kappast um at vera skjótastir við tí feskasta innan politikk, mentan, vinnulívi og ítrótt, so tú altíð hevur møguleikan at verða uppdateraður við, hvat hendir í heiminum.

 

Portal.fo

Í Føroyum er eingin kapping á hesum økinum. Vevmátarin hjá Gallup staðfestir viku eftir viku, at barnið av samstarvinum millum Føroya Tele og tíðindablaðið Sosialin er ein lítil genialitetur. Portalurin hevur yvir 40 túsund brúkarar um vikuna, sum er ein vøkstur á nærum 10.000 brúkarar upp á eitt ár. Afturat hesum hava systursíðurnar planet.fo og sportal.fo ávíkavist 12.000 og 14.000 brúkarar um vikuna. Tað er eingin onnur internetsíða, sum stendur teimum kurl ella hevur nær námind sama brúkaratali.

Uttan at gera so nógv burturúr tí, so skal tað nevnast, at tað er ein sannroynd, at portal.fo hevur havt onkrar fyrimunir í mun til kappingarneytarnar, tí Portalurin (ella Olivant, sum síðan eisini verður kallað) var so at siga einsamallur á føroyska pallinum fyrstu tíðina. Á tann hátt bleiv føroyski brúkarin vandur við Portalin. Nógv valdu at seta Portalin sum byrjanarsíðu, áðrenn onnur yvirhøvur sóu møguleikarnar við internetinum.

Internetsíðan hjá Føroya Tele fekk veruliga vind í seglini, tá samstarv varð gjørt við tíðindablaðið Sosialin um, at manningin á tíðindablaðnum javnan løgdu tilfar út á síðuna. Nú kundi føroyingurin púra ókeypis lesa føroysk og útlendsk tíðindi á føroyskum máli á einum føroyskum tíðindaportali.

 

Traffic is King

Javnan bleiv til ofta. Tann støðuga dagføringin er óiva størsta styrkin hjá Portalinum, tí tað skapar ein tørv millum brúkararnar. Fólk eru von við, at tað støðugt koma nýggj tíðindi, og tískil vitja tey javnan síðuna fyri at fregnast, hvat nú er á breddanum. Yvirskipa ætlanin er greið, og hon verður á fakmáli kallað Traffic is King-filosofiin. Tað týdningamiklasta er at skapa nógva ferðslu á síðuni, heldur enn at fáa brúkaran til at gjalda, tá hann kemur inn á síðuna. Portal.fo hevur eftirhondini so nógvar brúkarar, ið javnan vitja síðuna, at hon er vorðin ein sera góð fyritøka. Portal.fo er sera vælumtókt fyri lýsarar, sum lata nógvar pengar fyri at fáa lýsingarpláss.

Innan samskiftisgransking verður sagt, at lyklaorðið í dag er ferðsla. Modernaðir miðlar eru farnir burtur frá tankanum um, at tað bert er innihaldið sum hevur týdning. Fyrr var áskoðanin tann, at um tú bert hevði frægasta innihaldið, so kom restin av sær sjálvum. Soleiðis er ikki longur. Í dag verður sagt, at tað fyrst og fremst er ferðslan á síðuni, sum skapar inntøkunar. Tá viðskiftafólkini eru komin inn í handilin, so fylgja pengarnir við.

Tað hevur eydnast Føroya Tele og Sosialinum til fulnar at fáa skapt ferðslu á portal.fo. Hetta kemst, sum nevnt áður, tí síðan altíð verður dagførd. Tað setir sjálvsagt eisini krøv til manningina á tíðindablaðnum, sum støðugt skal lata tilfar fyri at nøkta hendan sjálvskapta tørvin.

Viðhvørt hevur tú tað kenslu, at trýstið er ov stórt, tí tíðindini eru ofta ein sera tunn suppa, og tað kemur meir enn so fyri, at vanligu journalistisku kriteriuni gleppa. Tað finnast tíverri fleiri dømir um hetta. Dagin eftir, at eg hevði sett mær fyri at skriva hesa viðmerking, sá eg hetta. Høvuðstíðindini vóru, at ein studentaflokkur úr Suðuroy seldi fisk í Vágsbotni (beint við Miðlahúsið, er tað tilvild?). Onnur tíðindir, sum samstundis stungu í eyguni vóru, at Smyril Line skipaði fyri minicruise til Íslands, og sanniliga um ikki har vóru fleiri tíðindir um Norrønu? Jú, Norrøna skipar fyri countrytúri fekk eg at vita.

Altso, eitt er, at tað kanska ikki finnast mørk fyri, hvussu smá og ótýðandi tíðindini kunnu vera fyri at sleppa á portalin, men at seta tvær beinleiðis lýsingar frá Smyril Line undir yvirskriftina tíðindir er púra burturvið. Hesin samanvavstur av tíðindum og lýsingum er stak óheppin, og hoyrir ongastaðni heima. Tað er ikki tíðindir, at tað verður rimmardansur í Glitnir leygarkvøldið. Tað er ein lýsing, og tað má og skal standa undir teiginum fyri lýsingar. Eg fati ikki, at leiðslan í Føroya Tele letur standa til, og góðtekur ókeypis lýsingar fyri alt frá neytalortakappingum á Sandi til ølsmakking í Keypmannahavn á sínum internetportali.

 

Hvar eru Dimma og Kringvarpið?

Portal.fo er sjálvsagt ikki einasti ókeypis tíðindaportalurin úr Føroyum. Vikublaðið hevur eina rímuliga vælvitjaða heimasíðu og 123.fo er ein nýggj heimasíða, sum hevur kopierað konseptið hjá Portalinum. Av teimum siðbundnu miðlunum stendur úf.fo seg frægast. Nærum 8000 brúkarar vitjað hesa síðuna eina vanliga viku.

Norðlýsið vóru í roynd í veru teir fyrstu í Føroyum, sum veruliga satsaðu uppá ineternetmiðilin í tíðindaflutninginum. Og við sera góðum úrsliti. Einasta føroyska lokalblaðið hevur lutfallsliga nógv vitjandi, sum ókeypis lesa tíðindini frá redaktiónini í Klaksvík. Tað, sum er sermerkt við Norðlýsinum er, at brúkarin hjá teimum steðga longri á síðuni, tí har er ókeypis atgongd til næstan øll tíðindir og lesarabrøv. Og hetta skapar størri áhuga hjá lýsarum at ogna sær lýsingarpláss.

Tað mótsatta er galdandi á heimasíðuni hjá Dimmalætting. Brúkaratalið er nakað tað sama sum hjá Norðlýsinum, men brúkarin vitjar lutfallsliga stutt. Tann einfølda orsøkin til tess er, at tann ókeypis atgongdin er avmarkað. Um tann vitjandi ikki hevur goldið fyri nýtsluna, so sleppur hann/hon bert at síggja eftir yvirskriftunum.

Tað eru sjálvsagdar orsøkir til, at Dimmalætting hevur valt hesa loysn. Tað er ikki ynskiligt at undirminera grundarlagið fyri pappírsavísini, sum kemur út fimm ferðir um vikuna. Hugsanin er, at gjaldast skal fyri vøruna við hurðina, annars sleppur tann vitjandi ikki inn. Elektroniska Dimmalætting er bert til fyri at stuðla prentaðu avísina. Tilfarið er eins - og kostnaðurin er tann sami. Haraftrat verður heimasíðan bert dagførd beint undan deadline, tað vil siga fyrrapart frá átta til tólv. Hinar 20 tímarnar hendir einki á dimma.fo. Tað sigur seg sjálvt, at ein síða við so fáum dagføringum ikki skapar nógva ferðslu, og tí er hemasíðan hjá elsta miðlinum í landinum ikki áhugaverd fyri lýsarum.

 

Grundgevingarnar fyri valdu kós á Dimmalætting eru fleiri, og eg havi óiva gloymt okkurt. Men tá tað er sagt, so er tað óskiljandi, at Dimmalætting heldur fast við hesum ótíðarhóskandi konsepti. Tíðin er farin frá at brúka pappírsavísina sum einasta formidlara av tíðindum. Heimurin gongur ov skjótt til tess. Fólk vilja hava tíðindini borðreidd beinanvegin, tá ið tey hava tíð og yvirskot til tað. Hendan gongdin er ein partur av einum breiðari ráki í samfelagnum, har økt fokus er á individualiseringina heldur enn kollektivið. Internetið er ein sera individualiseraður miðil, har tú sjálvur kanst finna fram tað, tú hevur tørv á, júst tá tú hevur tíð ella gjarna vil. Fleksibiltetur er alt í dag, og tí er tann støðuga dagføringin alneyðug!

Hetta er ein avbjóðing sum ger, at siðundnu miðlarnir vera noyddir at hugsa øðrvísi og nýtt. Og nú hugsi eg ikki bert um Dimmalætting. Nei, Kringvarpið má, eins og Dimmalætting taka eitt strategiskt val um at gerast ein hybridmiðil, har internetsíðan ikki bert virkar sum stuðul, men er ein sjálvstøðug fyritøka, sum við støðugum dagføringum veruliga styrkir og betrar ta vøruna, sum frammanundan verður framleidd á hesum stovnum.

 

Tú mást vera har sum lesarin er

Tað kann tykjast paradoksalt, at tíðindabløð kring allan heim gera íløgur í internetið. Við at lata ókeypis tíðindir á netinum er tú eisini í vanda fyri at stjala lesarar frá tí prentaðu avísini. Men hava avísirnar veruliga nakað val? Sum útgevari ert tú noyddur at vera har sum lesarin er. Og gongdin er greið: Lesarin nýtir meir og meir internetið. Soleiðis er tað bara, sum ein kendur suðringur vildi sagt.

Analýsur vísa, at fólk fyrst og fremst nýta internetið til at ajourføra seg við tíðindir. Tey lesa smáar tíðindastubbar um hetta og hatta á internetinum. Prentaða avísin eigur hinvegin at verða nýtt til at viðgera tíðindini og fara í djúpdina - heldur enn bert at endurgeva. Harafturat er opiniónstilfar eisini væl egnað.

Blaðstjórin á danska tíðindablaðnum Politiken hevur tikið hendan nýggja veruleika til eftirtektar, og avleiðingin var, at blaðið í heyst var fyri stórum broytingum. Stutt og skjót tíðindir vera nú fyrst og fremst framleidd til heimasíðuna. Her kann brúkarin heilt ókeypis fáa eina skjóta tíðindadagføring, men um áhugi er fyri bakgrundstilfari og øðrum viðgjørdum journalistikki, so skal brúkarin lesa prentaðu útgávuna av Politiken. Úrslitið hevur verið, at Politiken nú samanlagt kemur út til nógv fleiri húski, og sjálvt um upplagið enn er eitt sindur dalandi, so stendur hybridmiðilin Politiken nógv sterkari.

 

Dimmalætting er í tí støðu at hava eitt støðugt dalandi upplag. Hetta er ein av orsøkunum til, at fyrrverandi blaðstjórin pakkaði saman. Dalandi uppløg er als ikki nakað nakað serføroyskt fyribrigdi. Nei, Sosialurin er ein av teimum fáu gomlu omnibusavísunum í Europa, ið kann vísa á eitt vaksandi upplag seinastu árini. Tað má geva Árna Gregersen djúpar rukkur í pannuna, at Sosialurin, umframt hetta, kann vísa á tað monopol, ið teir hava vunnið, tá tað kemur til at formidla tíðindir á internetinum.

Avbjóðingin hjá Árna er at vinna aftur marknaðarpartar. Hví ikki byrja á tí økinum, har kappingin er minst? Eitt munagott, álítandi og nýskapandi átak á internetøkinum er eitt must; eisini fyri okkum brúkarar, sum harvið høvdu fingið eina sunna kapping á økinum. Hetta hevði viðført eina neyðuga innihaldsliga dygdarmenning. Áheitanin er eisini til Jógvan Jespersen. Allir aðrir public service-miðlar í londunum kring okkum hava eina dygdargóða tíðindaframleiðslu á internetinum. Hygg t.d. eftir DR, NRK, BBC. Vónin má vera, at aðrir føroyskir kvalitetsmiðlar vakna úr tornarrósusvøvninum og veruliga taka stigið inn á internetøkið, so vit fáa eina javnbjóðiskapping um innihald. Í løtuni hava vit onga kapping, tí kappingarneytarnir kappast í hvør sínari grein.

Internetmiðilin er soleiðis skrúvaður saman, at hóast Kringvarpið og Dimmalætting betraðu sínar tænastur og fingu nógv fleiri brúkarar, so merkir tað ikki, at portal.fo missir lutfalsliga nógvar brúkarar. Men marknaðarparturin hjá verandi monopolinum gerst sjálvandi minni, og tað er til gagns fyri øll.