Einaferð var tað sjónvarpið. Tú vildi hava undirhald, og setti teg í sofuna, blakaði føturnar á borðið og lat tankarnar liva seg inn í tað, sum nú var á skíggjanum. Í dag seta enn fleiri seg frammanfyri skíggjar enn nakrantíð, men nú er ein munur tann, at tað ber til at vera ?interaktivur? ella samvirkin. At sjálvur taka lut í tí undirhaldinum, sum tú finnur tær.
Her verður sjálvsagt tosa um telduna. Hon er kanska ikki eitt so heilt nýtt fyribrigdi, men nú verður hon ikki bara nýtt til at gera uppgávur, ella at spæla spøl við. Nú verður fari á internetið. Fleiri og fleiri fara á ?netið? at finna sær upplýsingar og undirhald. Tað ber til at spæla spøl á netinum, tað ber til at finna upplýsingar um alt sum einum tørvar, og so ber tað enntá til at síggja filmar. Men eitt heilt nýtt hugtak er eisini komið burturúr at fara á netið, nú verður eisini fari á netið fyri at ?chatta?.
Chat
Chat merkir at ?tosa saman? á enskum. Tá ið tú fert á internetið, fær tað bara eina aðra merking. Tað kann samanberast við at senda eitt bræv og tosa saman í telefonini, í senn. Tú situr við telduna og skrivar til ein annan, sum sær tað beinanvegin, og kann svara tær aftur. Nógv hava helst hoyrt um hetta hugtak. Men vita tey eisini, at tað ber til hjá fleiri at tosa saman í senn? Vita tey, at tað eru gjørd rættuliga framkomnar telduforrit til at chatta við, sum fleiri túsund, kanska millónir av fólki sita við hvønn dag? Ná, men tað eru tað so...
Føroyskar síður og OP?ar
Vit føroyingar eru av og á aftarliga á ymsum økjum. Á ?chat?-økinum eru vit heldur ikki fremst, men tað kundi staðið nógv verri til.
Við fleiri av teimum forritunum, sum eru gjørd til at chatta við, er møguleiki at chatta um alt. Har eru eitt ótal av internetkanalum, ella síðum, sum hava ymisk høvuðsevnir at tosa um, t.d. Formel 1, Liverpool, fiskasløg og nógv annað. Tað kunnu eisini vera sera nógv inni á hesum síðunum í senn, og øll kunnu skriva til hvønn annan, ella velja at skriva saman hvør sær.
Í millum allar hesar síðurnar eru eisini nakrar føroyskar. Síðurnar eru soleiðis skipaðar, at tað eru nøkur, sum standa fyri síðunum.
Hesi verða kallað OP´arir, ella operators. Tey skulu halda skil á, at alt fer fram, sum tað skal. Tað vil siga, at tey hyggja eftir, um nakar nýtur mál, sum er órógvandi, ella um nøkur bara gera ónáðir. Hjá OP´um ber so til at blaka tey út, sum gera ónáðir.
OP´arnir skulu eisini avgera, hvat høvuðsevni síðan skal hava og annars hjálpa teimum, sum ikki duga so væl, ella ikki kenna teldumálið, sum nýtt verður.
Fishfactory
Tað eru serliga tvær føroyskar síður, sum verða væl vitjaðar. Tann eina ?Faroese chat?, er helst tann mest vitjaða, og hin eitur ?Fishfactory?. Á Fishfactory eru fleiri OP?ar, og Yngd hevur tosa við nakrar av teimum, millum annað tann OP?in, sum stovnaði Fishfactory, Sóley Philbrow frá Toftum. Hon stovnaði Fishfactory síðsta heyst.
Sóley gekk á studentarskúla tá, men arbeiddi á flakavirkinum á Toftum í summarfrítíðini. Eftir at hava verið til arbeiðis, fór hon sum vant at seta seg við telduna. Hon chattar nógv, og helt tað vera stuttligt at kanna, um tað nú var ein síða, sum hevði navni ?Fishfactory?. Tað var tað ikki. Hon fekk so tað hugskot at stovna eina síðu, sum skuldi eita Fishfactory, og eftir at hon hevði lært seg at skráseta síðuna, komu fleiri og fleiri at vitja.
-Tað eru umleið 10, sum regluliga eru inni á Fishfactory, men so eru tað fleiri onnur sum koma av og á. Umleið 20-25 í alt?-
Tað eru fyri tað mesta føroyingar, sum vitja Fishfactory, men tað koma eisini onnur frá útlondum, sum tey á Fishfactory kenna aðrastaðni frá. So eru tað eisini nøkur, sum koma inn at spyrja um fiskar!
Sóley hevur internet heima, ella rættari pápi hennara hevur, men hon nýtur tað eisini, tá ið hann fer á netið, tí tey hava fleiri teldur í húsinum, sum er knýttar saman, so at tað ber til hjá teimum báðum at fara á netið í senn. Men Sóley hevur ikki bara nýtt netið heima, tá ið hon fer at chatta. Tá ið hon gekk í studentarskúla, fór hon ofta í sínum fríløtum ein túr á netið.
-Nøkur hava internet heima, men tey flestu sita í skúlum ella á arbeiðsplássum og chatta. Tað er ikki neyðugt allatíðina at sita við telduna, tá tú chattar, so um tú allíkavæl ert á netinum, tá ið tú er til arbeiðis ella í skúla, so kann tú bara lata chatforritið vera tendrað.-
Oftani verður hildið at tað er so torført at nýta teldur, og at vera á internetinum. Tað eru so nógv ymiskt, sum ein skal hava skil á, fyri at finna útav hvussu alt tað ymiska virkar. Men Sóley hevur lært seg alt meira ella minni sjálv og heldur ikki, at tað er so torført at vera á internetinum. Tað er bara ein spurningur um at royna seg fram. Hon hevur til dømis bara roynt alt møguligt fyri at finna útav, hvussu Fishfactory skuldi skrásetast, og til síðst so eydnaðist tað eisini. Flestu fyribrigdini, sum vera nýtt innan teldumál, er Sóley als ikki trygg við.
-Tað skal ikki so nógv til fyri at duga at chatta, men tað eru fleiri, sum duga sera væl, haldi eg.-
Telduforritini, sum nýtt vera til at chatta, við eru at fáa allastaðni á netinum. Tey eita sum oftast nakað sum t.d. pIRC, mIRC, IRCle osfr. Teir týdningarmiklastu stavurnir í hesum orðunum eru IRC, sum merkja Internet Relay Chat. Tað ber til at ?downloada? forritini, og síðani er tað sera lætt at seta tey í telduna. Forritini gera tað meira ella minni sjálv.
Fishfactory hevur skapt vinarbond
Tá ið Sóley fer á netið, plagar hon at tosa um alt. Tað eru sum oftast meira ella minni tey somu, sum hon tosar við. Tá ið hon er á Fishfactory, tosar hon um alt tað vanliga, sum vinir gera. Tey, sum eru á Fishfactory eru nevnuliga eisini vinir í ?veruleikanum?, um ein skal kalla tað so. Tey flestu, sum eru á Fishfactory, kennast, ella eru komin at kennast, síðani tey eru komin á Fishfactory og vitja hvønn annan regluliga. Tað heldur Sóley vera rættiliga stuttligt. Sjálvt um øll eru frá hvør sínum horni í Føroyum, sum til dømis Klaksvík, Havn, Søldafirði, Kollafirði, Vágunum, Sandoynni osfr., so eru tey før fyri at møtast og hava tað stuttligt saman. Øll hava ymisk áhugamál og eru í nógvum ymiskum aldrum, men av tí at tey longu hava ?tosað? saman um so mangt, so kennist tað, sum tey kenna hvønn annan. Tey fara í býin saman, hyggja eftir videofilmum, drekka kaffi, og alt annað sum vinir gera.
Sóley sigur at enda, at øll eru vælkomin inn at vitja á Fishfactory, um tey hava hug til tað ella eru før fyri at finna útav tí. Fishfactory hevur eisini eina heimasíðu á netinum. Tað ber til at vitja hana á: members.tripod.com
~fishfactory.