Ólavur í Beiti
Henrik Old hevur nú sett Finnboga Arge, landsstýrismanni, fyrispurning um suðuroyarsiglingina, og vil hann hava at vita, um landsstýrismaðurin fær vátta fyri Løgtinginum, at hann beinanvegin gevur Strandferðsluni boð um, at siglingin millum Havnina og Vág verður løgd soleiðis, sum Løgtingið við samtykt síni ætlaði?
Og í ørðum lagi vil tingmaðurin hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar beinanvegin at seta ein túr inn millum Havnina og Vág týsdag, tá Smyril annars liggur í Havn allan dagin?
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Henrik Old, at í vár samtykti Løgtingið, at Smyril aftur skuldi sigla á Vág, eftir at henda sigling bleiv niðurløgd, skjótt eftir at Javnaðarflokkurin fór burur úr seinastu landsstýrissamgongu.
? Henda sigling var serliga ætlað at lætta um hjá vinnuni í syðru helvt av Suðuroynni, ið sum kunnugt hevur størri farmaútreiðslur enn flest onnur virki í landinum.
Millum Vág
og Tvøroyri
? Men Strandferðslan og Vinnumálastýrið løgdu ein túr á Vág leygardag soleiðis, at eingin fær nyttu av hesum túri, hvørki vinna ella ferðafólk. Harumframt verður aftur farið at sigla millum Vág og Tvøroyri, sum givist var við fyri skjótt 40 árum síðani.
? Slík tilrættislegging kann einans fatast sum, at man vil mótarbeiða Løgtingsins vilja, vísir Henrik Old á í viðmerkingunum.
? Sum øllum kunnugt, so liggur Smyril allan týsdagin í Havn, so landsstýrismaðurin kann beinanvegin, um vilji er til tess, geva boð um at seta ein túr inn millum Havnina og Vág týsdag uttan at broyta siglingina til Suðuroynna aðrar dagar, sigur Henrik Old í fyrispurningi sínum til Finnboga Arge.