Edmund Joensen
Eg vil tí vegna føroya fólk, hava at vita frá Anfinni Kallsberg, løgmanni og Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, hvussu nógvar tøkar milliardir eru í landsbankanum.
Landsstýrið hevur skyldu til at geva rættar upplýsingar, bæði fyri føroya fólki og øðrum. Í hesum førinum má landsstýrið annaðhvørt vátta, at altjóða pressan sigur sætt, ella má landsstýrið avsanna tíðindini.
Umleið ein milliard, ella tað sum sambært lóg altíð skal vera, stóð í landsbankanum, tá ið hetta landsstýrið tók við.
Um tíðindini, sum sambært pressuni koma beinleiðis frá landsstýrinum eru eftirfarandi, so skuldu fleiri milliardir verið komnar afturat síðani tá. Í øllum førum skuldu nú verið einar fýra fimm milliardir kr. tilsamans í landsbankanum.
Avlopið er
ikki at finna
Ein og hvør kann fara inná internetið, fyri at síggja, hvussu stór kontoin er, mánað fyri mánað, ár fyri ár í landsbankanum. Tað má undra føroya fólk, at umtalaða avlopið, sum landsstýrið sambært útlendskari pressu hevur havt á hvørjum ári, er ikki at finna í landsbankanum.
Henda sama pressa, sum um allan heim sigur frá um allar milliardirnar, sum leypa av í Føroyum, hon fortelur av og á um ríkisleiðarar aðrastaðni í heiminum, sum hava stungið milliardir av vegnum.
Eftir seinastu tíðindini (seinast í danska TV2), verður neyðugt at spyrja løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvar hesar nógvu milliardir hjá føroya fólki eru goymdar.
Minsta krav má verða, at landsstýrið annaðhvørt váttar ella avsannar tíðindini um milliarda avlopini, og um tíðindini eru sonn, at landsstýrið so vísir á, hvar hesar uppspardu milliardirnar eru goymdar.