Tað upplýsir niðurlendska uttanríkisráðið yvirfyri tíðindastovuni, AP. St. Helena er lítil oyggj har suðuri í Atlantshavinum, sum hoyrir til Stórabretland.
Ferðfólkaskipið hevur áður upplýst, at ein kvinna fór av skipinum, tá maðurin hennara doyði í St. Helena.
Eftir hetta tók hon eitt vanligt ferðafólkaflogfar til Suðurafrika. Kvinnan small um á flogvøllinum í Johannesburg og doyði seinni á sjúkrahúsi.
Sambært útlendskum miðlum, hevur ferðafólkaskipið ikki viðurkent, at onnur ferðafólk fóru av skipinum í St. Helena.
Í gjár gjørdist tað kent, at ein maður í Sveis, sum var farin av Hondius í St. Helena og fleyg heim til Sveis, varð staðfestur smittaður.
Niðurlendsku myndugleikarnir hava einki sagt um, hvar onnur ferðafólk, sum fóru av ferðamannaskipinum í St. Helena, nú eru.
Dagbladet skrivar, at tilsamans átta fólk, sum vóru við Hondius, higartil eru staðfest smittað, harav trý av teimum smittaðu eru deyð.
Ferðafólkaskipið var á veg úr Ushuaia í Argentina til Praia i Kapp Verde, tá ferðafólk umborð byrjaðu at gerast sjúk.
Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at tey eru í samband við eina røð av londum fyri at tryggja sær, at virusið ikki sleppur at spjaða seg.
Spurningurin hevur verið, hvar ferðafólkaskipið sleppur í havn, men í gjár upplýstu sponsku myndugleikarnir, at skipið skal til Kanarisku Oyggjarnar.
Seinni kúvendu myndugleikarnir á Kanarisku Oyggjunum og leiðarin á oyggjunum, Fernando Clavijo, segði, at skipið sleppur í havn í Tenerifa leygardagin.
Lesið eisini: Flogtænari kann hava hantavirus
https://www.in.fo/news-detail/nidurlendskur-flogtaenari-kann-hava-hantavirus











