Hvat fólk rekur sínar ungu úrmælingar undir annað flagg?

Páll á Reynatúgvu
----------

Øll kenna vit ungdómsins teytaleysa dirvi og avbjóðandi lyndi. Eingi akker, ið binda til botns. Høgt er til loftið, og vítt til veggja. Kósin er sett beint fram og ongin tørvur er á at líta í bakspeglið. Júst soleiðis sum ungdómur eigur at hugsa, ella »ikki« at hugsa. Bert liva sítt lívsins summar.
Summi eru, og gerast úrmælingar á sínum øki. Heimurin fyri tær opin, sum Martin Joensen, so væl yrkir í undurføgru yrkingini »Morgun«. Dreymurin um at teljast millum tey allarbestu. Standandi við gyltasta heiðursmerkinum um hálsin. Brennandi kenslu í barmi, tá sigrandi flaggið verður vundið á stong, sveimandi oman fyri kappingarneytarnar. Tá rennur saman millum jørðildi og ský. Tá rennur saman millum farið og komandi. Tá rennur saman millum einstaklingin og heildina.
Havi sjálvur kent ívnu hárrøturnar bretta sær á, tá oyggjaleikagullið dukaði um kapp við ovurstolta unglingahjarta mítt, og Merkið varð vundið á stong. Reinasta kenslan av at vera, vera og vera.
Tað er einki minni enn framúrskarandi, tá oyggjaleikirnir eru ein ov lak avbjóðing fyri okkara føroyska ungdóm. Sum tá Pál Joensen bjóðar heiminum av við síni frágera góðu samanrenning av evnum og vilja, sum svimjari.
Men eins ljóst og vónbjart hválvið er fyri svimjaran Pál Joensen, eins mjørkakent er tað fyri føroyingin Pál Joensen, og øll tey sum kunnu hugsast at royna leið hansara.
Tí enn sum áður, er støðan tann sama. Vit reka okkara ungu úrmælingar undir annað flagg, um tey rættiliga skulu bjóða heiminum av.
»Kongeriget Danmark, for så vidt angående Færøerne« og Dannebrog í húnarhátt, um Pál Joensen gerst OL-vinnari. Hettar er støðan sum vit Føroyingar bjóða tær Pál, og teimum í tínum kjalarvørri.
Orð eru óneyðug at lýsa eina slíka vanærandi støðu. Tað er rætt av tær at gera tað, sum er neyðugt fyri at fylgja dreyminum heilt til himmalsins ítróttardyr. Tú átti ikki at verið drigin í samleikadíkið, hóast kvølin uttan iva hevur verið stór.
Skommin er okkara! Vil fegin biðja um umbering fyri, at eg hóast stóra ávirkan gjøgnum mong ár, ikki havi megnað at vunnið tær og tínum líkum, betri kor og størri virðing, millum aðrar tjóðir.
Blíðan byr, Pál! Sum føroyingur eri eg stoltur av tær og tínum gávum.
Vónin er, at tú og tínir líkar, um tað er innan tónleik, ítrótt ella sjónleik, veita okkum ta sjálvsvirðing, sum føroyska tjóðin fekk í vøggugávu, men sum hon enn velur at køva.