Orðaskifti um hvør vítt tað almennir stovnar/fyritøkur skulu privatiserast, útlisiterast ella skulu hava annan bygnað stingur seg upp av og á, tó uttan at nøkur niðurstøða spyrst burturúr, kanska tí, at hesin spurningurin er politiskur og ymiskar uppfatanir eru.
Aðrastaðni hevur verið rættiliga vanligt at útlisitera og at gera almennar stovnar/fyritøkur til partafeløg, har tað almenna sum oftast eigur 100% av partapeninginum ella meginpartin av teimum.
Í t.d. Danmark eru fleiri almennar fyritøkur gjørdar um til partafeløg við grundgevingini um, at hetta er ein liður í eini nýtímans gerð av almenna sektorinum.
ES stóra ávirkan í Føroyum
Krøvini frá ES um liberalisering av einkarætti og øktari kapping í samband við keyp og tænastuveitingum hevur tó verið høvuðsorsøkin til broytingina til partafeløg, og hóast Føroyar ikki eru limur í ES, so hevur ES størri ávirkan í Føroyum, enn nógv geva sær far um.
Hóast tað ikki fyriliggur nøkur politisk niðurstøða um, hvussu tað almenna skal síggja út í framtíðini, so er tað ein sannroynd, at ávísir almennir stovnar eru gjørdir til partafeløg og aðrir eru á veg.
Og vit kunnu spyrja, um sleppast kann undan at taka støðu til og fremja hesar broytingar. Eg haldi ikki.
Tí er av týdningi politiskt at gera støðuna upp.Hvørjir almennir stovnar skulu verða stýrdir beinleiðis úr Tinganesi, og hvørjir almennir stovnar skulu hava ein partafelagslíknandi bygnað.
Tað almenna røkir best sínar uppgávur
Og hóast almennir stovnar ella fyritøkur fáa ein partafelagslíknandi bygnað, so verður tað framvegis tað almenna, sum eigur partafelagið við teimum skyldum, sum tað almenna hevur og eigur at hava.
Vit mugu, um vit vilja tað ella ikki, taka eina greiða støðu til, hvussu vilja vit, at almenni sektorurin skal síggja út í framtíðini, uttan at talan verður um privatisering, tí sum eg dugi at síggja tað, hevur tað almenna í dag einki at privatisera, men hinvegin er tørvur á at nýtímansgera almenna sektorin, og er ráðharraskipanin ein partur av hesi gongdini, almenn partafeløg somuleiðis, meðan útlisitering fyri mítt viðkomandi ikki er tað, tí eg haldi at tað almenna best røkir sínar egnu uppgávur.
Greiður skilnaður skal verða millum tann almenna og privata ognarrættin eins og tað privata ger, so eigur tað almenna at endurskoða seg sjálvt við atliti at gera broytingar, sum hóska seg í einum framkomnum samfelag.
Jákup Danielsen