Hvussu væl loysir fullveldið seg?

Mong eru tey, sum nú spyrja, hvussu tað man fara at ganga at skipa Føroyar sum eitt fullvalda ríki.

Nú er ivin ikki so nógv um, hvørt tað fer at bera til at fáa ein sáttmála í lag við Danmark. Heldur verður hildið, at tað kann hugsast, at hesin sáttmáli fer at vera so vánaligur, at hann fellur til fólkaatkvøðuna.

Lítil orsøk er til at frykta fyri hesum.

Í 1946 sýndu vit øllum heiminum, at tá okkum stóð í boði at taka skilnað við Danmark her og nú uttan tillagingartíð og tilsøgn um ein sáttmála um samstarv, so tóku vit av. Hetta svarar til at fáa eitt tilboð um at leypa út av 10-metur vippuni uttan at hava nakra vissu fyri, at vatn er í hylinum. Tá vístu føroyingar seg sum menn og tóku av hesi avbjóðing.

Politisku eygleiðararnir vóru púra paff av at føroyingarnir vóru so óttaleysir. Líka síðan Stauning í 1930 kom við uppskotinum um fólkaatkvøðu, har føroyingar skuldu taka støðu til um teir vildu vera hjá ella frá Danmark, hevði Jóannes bóndi kravt at tað fyrst skuldi gerast ein sáttmáli, har við heilt greitt fingu at vita treytirnar fyri at fara frá Danmark. Av tí at stjórnin hjá Knud Kristensen í 1946 ikki vildi gera ein slíkan sáttmála, var ætlanin hjá stjórnini at loysingin skuldi standa sum tað stóra skrímslið, og allíkavæl valdu føroyingar loysingina.

Men nú er støðan júst tann, sum Jóannes bóndi í 1930 kravdi at hon skuldi vera. Vit fáa eina semju við donsku stjórnina, har øll ivamál eru komin upp á pláss. Vit koma heilt greitt at síggja, hvørjar treytirnar verða um vit gerast eitt fullvalda ríki.

Eitt sum higartil er komið lítið fram, er tað, at vit sjálvandi eisini mugu fáa at vita, hvussu treytir okkara verða, um so er at vit vraka sáttmálauppskotið. Kunnu vit so rokna við, at vit í allar ævir skulu hava ta skipan, sum vit nú hava?

Hetta er ikki serliga sannlíkt.

Bert fyri at taka ein part av hesum máli.

Nú sigur danska stjórnin, at vit kunnu vera blokkin fyri uttan eftir fýra árum um so er at vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Próvførsluna fyri hesum skal stjórnin leggja fram á fundinum tann 15. juni.

Men um so er, at stjórnin prógvar, at vit kunnu fáa ein burðardyggan búskap eftir fýra árum um so er, at vit gerast eitt fullvalda ríki, so má hon eisini svara hesum spurningi: Hvussu skjótt kunnu vit so vera blokkin fyri uttan um so er at vit ikki eru eitt fullvalda ríki?

Um so er, at tað er betri fyri búskap okkara at vera saman við Danmark enn at fara frá tí, so átti búskapur okkara sjálvsagt at kunna gjørst burðardyggur skjótari um støða okkara er óbroytt. Eingin orsøk er hjá donsku skattgjaldararnum at gjalda skatt sum fer til ónyttu, og kunnu Føroyar betri klára seg sjálvar saman við Danmark enn sum fullveldi, so má blokkurin kunna skerast niður á 0 eftir tveimum ella trimum árum um vit heldur vilja vera saman við Danmark.

Er tað hin vegin soleiðis, at tað ikki er eins gott fyri búskap okkara at vera saman við Danmark sum at vera eitt sjálvstøðugt ríki, so má niðurskurðurin í blokkinum vera yvir eitt longri tíðarskeið um so er at vit ikki fara frá Danmark.

Men sigur danska stórnin hetta síðsta, so setur hon harvið eisini tøl á, hvussu nógv betri tað hevði verið fyri búskapin í Føroyum at vit gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki.

Áhugavert hevði verið at sæð hetta roknistykkið!

Fá munnu tey vera, sum ivast í hvat ið føroyingar fara at atkvøða tá hesir upplýsingar liggja á borðinum.

Einki er tí at óttast fyri, at tann sáttmáli, sum gjørdur verður millum føroyaska landsstýrið og donsku stjórnina, ikki verður samtyktur av føroysku veljarunum.


Zakarias Wang