Góðu fugloyingar, gott fundarfólk.
Tá Sjúrður við Kellingará saman við hinum floksmonnunum fór av hesi oyggj, segði hann tey kendu orðini: »Frítt er Eystfellið frá at fara«. Og veruleikin er, at mangir fugloyingar og aðrir útoyggjabúgvar síðan, um ikki hava sagt somu orð, so hava teir havt somu kenslur í barmi, tá teir valdu at fara av síni heimaoyggj fyri at búseta seg aðrastaðni. Flyta til eitt stað, har alt er lættari. Stutt til bakaran, blaðkioskina, kølidiskarnar við alskyns mati, ítróttarvallirnar, barnagarðarnar, læknarnar, skúlarnar og alt annað, sum er at finna á meginøkinum. Men fyrst og fremst, tí har var liviligari, tí har var arbeiði at fáa.
Trupulleikin, sum okkara útoyggjar hava havt seinastu mongu árini, er ein beinleiðis avleiðing av tí samfelagsmenning, sum er farin fram. Vælferðarsamfelagið førdi til eina broyting av aldargamla lívsmynstrinum. Frá at hava stríðst fyri at hava mat í munnin, fingu vit eitt samfelag, har pengar gjørdist ein alt meira týðandi partur av gerandisdegnum. Og sum fylgja av hesum fluttu fólk til tey pláss, har peningur var at vinna. Og hesa gongd hevur ongin myndugleiki kunna broytt ella forða, og tíbetur.
Hví býr man á útoyggj? Gjøgnum øldir hevur gamla lívsgrundarlagið verið jørðin, bjørgini og sjógvurin. Menn tókust við at dyrka jørðina, søkja bjørgini og at rógva út. Og alt hetta arbeiðið var treytað av felagsskapinum, har lønin var breyð í munnin.
Men alt hetta er broytt, tí dagligu og mánaðarligu rokningarnar koma eisini út til útoyggjarnar, og tí er inntøkugrundarlagið neyðuga fortreytin fyri at kunna støðast eisini á eini útoyggj.
Á Stóra Dímun búðu einaferð 36 fólk, men nú er tað bert bóndafamiljan. Fyrr var talan um at metta munnar fyri arbeiði, meðan nú er talan um at vinna eina rímiliga ársinntøku av tí, sum oyggin ber.
Hvussu er so vorðið í nógvum støðum í Føroyum í dag? Jú, nógv av jørðini er vorðin uttanbýggjajørð, sum kapitalurin, sum jú mest er í miðstaðarøkinum, hevur keypt.
Útróðurin, sum fyrr var ein frí vinna, er lagdur í leinkjur við nýggju lóggávuni um vinnuligan fiskiskap, har næstan vónleyst er at koma inn í skipanina, og harnæst eru útróðradagar nú kvoteraðir.
V.ø.o. er aldargamla lívsgrundarlagið fyri ein part tikið undan bygdunum og útoyggjunum. Lívsmynstrið er broytt, oyggin føðir ikki so nógv longur, tí hvør einstakur krevur meira, og harumframt eru forteytirnar fyri jarðarbrúki og útróðri eisini broyttar.
Tá so nógvar av okkara smábygdum haraftrat noyðast at gjalda hægri skatt enn Havnin t.d. ger, so er torført at síggja, hví í Guðs garði fólk búleikast í útjaðaranum? Heðin Brú segði, at føroyingar búgva ikki í Føroyum av praktiskum grundum, men man býr væl saktans ikki í útjaðarum, tí útsyktin er so góð. Tað mugu vera nakrir ítøkiligir vinnumøguleikar, annars verður útjaðaranum ikki lív lagað. Tað má bera til at gera brúk av jørðini, og tað má bera til at røkja sjógvin. Men tað fer neyvan at økja fólkatalið á útoyggjunum.
Í 70´unum og 80´unum høvdu vit eitt nógv nýtt fyribrigdi, sum varð kallað »bygdamenning«. Tað, sum menn tá sóu, var, at neyðugt var við ítøkiligum tiltøkum til tess at stuðla bygdunum. Tiltøk í vinnuvirki og eitt gott ferðasamband. Men eftirtíðin og 90´uni hava felt ein so lemjandi dóm yvir henda politikk, at tað í dag eru tey fæstu, sum tora at rógva afturá aftur.
Men var alt skeivt? Hvussu nógvir av okkum 90´ara politkkarunum hava ikki við háð og spott flent og gjørt gjøldur burtur úr t.d. bergholunum í Kalsoynni? Ikki tí, lítið er at ivast í, hvat »cost-benefit« kanningar høvdu víst og enn minni er at ivast í, hvat tjúkku lærubøkurnar um búskap siga um hesa útbygging í samferðslunetið. Miðsavnan, stórdriftsfyrimunir, burðardygt og cost-benefit eru slagorðini hjá nýggju embætisstattini. Men taka vit eitt nú Mikladal, so er fólkatalið í 1998 størri enn í 1981, meðan Fugloyggin í sama tíðarskeiði er umleið hálverað. Men hvat, vegur kom til Múla, og bygdin doyði út.
Men tó eru samferðslumøguleikarnir ein týdningarmikil fortreyt fyri trivnaðin runt um í landinum.
Men harumframt má tað ikki vera dýrari at búgva í útjaðaranum enn tað er fyri restina av landinum. Atgondin til vørur og tænastur má verða eins fyri alt landið. Vit skulu ikki hava 1. floks og 2. floks føroyingar.
Hví skal t.d. skúvoyingurin gjalda 25 oyru meira fyri ein litur av olju enn havnamaðurin? Stuðulin til útoyggjar, sum vit fingu løgtingið at samtykkja, men sum tók drúgva tíð hjá landsstýrinum at fáa sett í verk, bøtur nakað um henda ójavna. Nakað kann gerast við lóggávu, og tá eru vit røttu viðkomandi..
Men eisini verður neyðugt at gera tað liviligt fyri bæði børn, ung, og tey í virknum árum og teimum eldru. Skúlin, bygdaskúlin við sínum eyðkennum má varðveitast og ikki gerast offur fyri cost-benefit. Samferðsluviðurskiftini mugu vera so góð sum gjørligt, so bæði postur og fólk kunnu ferðast aftur og fram hvønn dag. Og fyri tey eldru má bera til at gera serskipanir, har tann best egnaða loysnin á staðnum verður funnin. Men hvørja ferð vit frøast um, at ein ungdómur úr útjaðaranum hevur nomið sær eina hægri útbúgving, so harmast vit um, at hesin ikki kemur aftur til útjaðaran at búgva.
Føroyar eru 18 oyggjar og ikki ein oyggj sum Bornholm. Um so hevði verið, so var alt lættari og bíligari. Men føroyski veruleiki er ein annar.
Eg vil mæla til, at vit politikkarar heldur enn útoyggjamenning og bygdamenning fara at tosa um økismenning. At økini t.d. Norðoyggjar, Suðuroyggin og Sandoyggin verða ment til at rúma á leið tí, sum eitt nútímans samfelag eigur. Men hetta krevur politiskt initiativ, har avgerðir um decentraliseringar av virksemi í Havnini verða gjørdar. Tá verður rok, men tað mugu vit tola.
Um økini fáa tað betur, so vilja útoyggjarnar eisini fáa tað betur. Men at venda aftur til tíðina, sum var, tað koma vit ongantíð aftur.
Finnast so møguleikar fyri eina útoyggja sum Fugloynna? Teir eru ikki eyðsýntir, men skulu møguleikar skapast, so mugu hesir liggja í tí, sum er eyðkent fyri hesa oyggj. Ferðavinnan, sum higartil mest hevur snúð seg um Havnina og Kirkjubø, kundi verið ein møguleiki, men inspiratiónin má koma frá tykkum sjálvum. Og kanska finnast aðrir.
Men fyri meg at síggja er frægasta loysnin ein intensiverað økismenning. Einar sterkar Norðoyggjar vilja eisini skapa møguleikar fyri tykkara oyggj.
Alternativið við einki at gera, eru einar Føroyar við einum livandi og ríkum miðstaðarøki og einum fátækum partvís avtoftaðum útjaðara. Vit kunnu broyta nakrar fortreytirnar, um vit vilja. Fyrsta takið er eitt politiskt tak til tess at bjarga einari økismenning í land. Valið er okkara. Tíðin er búgvin til ta avgerðina.