Á konsertini fara fleiri av okkara bestu tónleikarum at framføra.
Reyði Krossur Føroya heitir á feløg, vinnulív, kommunur, stovnar og á Føroya fólk um at stuðla við eini peningaligari upphædd, sum fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Ukraina, har neyðin er stór.
Longu nú kanst tú eisini ringja á 905656 og stuðla við 150 krónum, ella lata eina peningagávu umvegis bankan:
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Tá tiltakið verður sunnukvøldið hin 27. mars klokkan 19, verður eisini møguligt hjá fólki kring landið, sum vilja gera eina bankaflyting, at ringja til umboð fyri føroysku peningastovnarnar, sum verða við til tiltakið.
Hesi fara at taka telefonina, meðan stuðulstiltakið er og vilja vegleiða og hjálpa fólki við, hvussu tey kunnu stuðla við fytingum.
Fyritøkur, feløg, kommunur og stovnar hava eisini møguleikan at fáa stuðulsupphæddina við á live-bannaran undir sendingini.
- Um hetta hevur áhuga, verða stuðlar bidnir um skjótast gjørligt at skráseta stuðulsupphæddina og viðkomandi upplýsingar til live-bannaran á Hjálp.fo
Reyði Krossur Føroya vísir á, at tey, ið longu hava latið Reyða Krossi stuðul til Ukraina, verða einans biðin um at skráseta seg á Hjálp.fo, um tey ynskja at senda eyka stuðul.
- Vit vóna, at so mong sum gjørligt vilja stuðla tiltakinum sunnukvøldið, soleiðis at flest møgulig vilja hjálpa okkum at hjálpa, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroyar, Jóannes Eidesgaard.
Konsertin, sum verður í Lívdini í Hoyvik og sum byrjar klokkan 19, er ókeypis. Tað er pláss fyri umleið 600 áhoyrarum, og Reyði Krossur Føroyar vónar, at her verður góð uppmøting.
Tey, sum fara at framføra á konsertini, verða: Eyðun Nolsøe, Lív & Tróndur, Lena Andersen, Signar í Homrum, Ingi Poulsen, Kári P., Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, Karl Martin og Rúna á Heygum, Fríði Sigmundsson, Rókur Jákupsson, Georg eystan Á og Hans Edward Andreasen, Jens Marni Hansen, Elin Brimheim og Ester Kristiansen.