Í dag: Fátækradømi ? arbeiðsloysi ? búskapur

-

Í gott og væl 20 ár hevur landaøkið, sum nú er vorðið ES, ført tað, ið hevur verið rópt: neyðugi búskaparpoli-tikkurin. Hann byggir á 5 »sannleikar«, sum hava verið hildnir at vera fortreytin fyri búskaparligum vøkstri og høgum materiellum livifóti. Hesir sannleikar eru:

1)lægri løn minkar um arbeiðsloysið

2)økt uppsparing er ein íløga í framleiðsluna

3)landsins fíggjarætlan skal javnviga

4)inflatión er avgerandi orsøkin til stígur í búskapinum

5)búskaparligur vøkstur er neyðugur fyri, at samfelagið fær ráð at loysa sínar umhvørvisspurningar.


Um heystið 1997 var miðalarbeiðsloysið í ES 10,6% Luxemburg lá niðast við 3,8% og Spania ovast við 19,8%. Hini londini lógu so sjálvandi harímillum, Danmark t.d. við 8,1%. Týskland við 11,2, Frakland við 12,6 og Bretland við 6,8.

Fara vit umleið 20 ár aftur í tíðina, vísir tað seg, at arbeiðsloysið í hesum londum ikki er broytt stórvegis í meðal, í summum er tað minkað nakað, í øðrum vaksið ? hóast londini hava ført tann »neyðuga« búskaparpolitikkin.

Inflatiónin hevur verið lítil og ongin, og uppsparingin hevur ikki av sær sjálvum ført til størri íløgur í framleiðsluna (smb. hvat er hent her í landinum eisini).

Samstundis er harafturat hent tað, at ein partur av fólkinum situr fastur í eini fellu av fátækradømi, sum ? vegna tann førda búskaparpolitikkin ? ótrúliga ringt er at koma burturúr. Og eisini er hent tað, at fleiri fólk eru vorðin ríkari enn fyrr ? talið á miljóningum hevur ongantíð verið størri ? so tað, sum er farið fram tey seinastu 20?25 árini, er tað, at gjógvin millum tey múgvandi og tey, sum eru illa fyri, er vaksin nógv, og summi eru komin niður um tað markið, har tað er møguligt at liva eitt rímiligt lív.

Tá ið Margaret Thatcher var forsætismálaráðharri í Bretlandi, førdi hon meira enn nakar tann »neyðuga« búskaparpolitikki, t.d. fekk hon latið flestu kolanám í landinum aftur og so at siga avlívað akfeløgini.

Ein fylgja av hesum er, at fjórði hvør breti ? tað er 5.225.000 ? fáa minni enn 45 kr. um tíman í løn. 15% av arbeiðsstyrkini ? 3.449.000 fólk ? fáa undir 40 kr. um tíman, 8% ? 1.790.000 ? fáa undir 35 kr. og 1.010.000 ? 4,5% ? undir 30 kr.

Sum dømi kann nevnast, at hárskerar vanliga fortjena 29 kr. um tíman, reingeringsfólk 28 kr., og barnaansing gevur 23 kr. um tíman.

Tað er trúligt, at hesi fólk hava eitt sindur ringt við at síggja tað neyðuga í tí førda politikkinum.

Eisini kann leggjast afturat, at talið av heimleysum ? tað eru tey, sum liggja á gøtuni og undir brúm um náttina ? í einum býi sum London liggur um 70.000. Tað er stórt sæð tað sama sum í Calcutta í India.