Á seinasta fólkatingsvali vóru 23.366 veljarar á vali. Tað svarar til 70,3 prosent, sum er hægsta valluttøka síðani 2005, tá hon var 72,7 prosent.
Valhølini í Føroyum lata upp klokkan 9 í morgun og hava opið til klokkan 20 í kvøld – ella so leingi eingin er eftir, sum sigur seg skulu velja.
Allir flokkar uttan Sjálvstýri stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð. Fyri teir seks flokkarnar stilla 60 fólk upp tilsamans, 24 kvinnur og 60 menn. Tað merkir, at 40 prosent av valevnunum eru kvinna og 60 prosent eru menn.
Á seinasta fólkatingsvali gjørdist Sambandsflokkurin størstur við 28,3 prosentum. Næstur var Javnaðarflokkurin við 25,6 prosentum. Valdir vóru Edmund Joensen við 1.883 persónligum atkvøðum og Sjúrður Skaale við 3.337 persónligum atkvøðum.
Um vallutøkan verður tann sama sum seinast, so fara 26.986 fólk á val í dag.
Niðanfyri sæst úrslitið á seinasta fólkatingsvali:
##med2##