Tað er ein heilt suveren manning, sum situr umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík, tá ið talan er um kapping millum 17-18 ára gamlar dreingir.
Hesir dreingirnir vunnu allar tóðrarnar í fjør, og higartil í ár hava teir vunnið allar róðrarnar, og aftur í dag vunnu teir, tá ið tað varð kappast á fjarðastevnu í Vestmanna.
Starturin hjá Fípuni Føgru var góður. Drekin úr Havn og Kollur úr Kollafirði vóru eisini frammarlaga beinanvegin. Meðan Kollur tók at dragna, vóru havnardreingir øgiliga treiskir. Fípan Fagra var leingi eitt vet undan, men so legði Drekin upp á síðuna á Fípuni Føgru, og í endaspurtinum sá tað eina løtu út til, at Drekin fór at vinna. Men so svaraðu klaksvíkingarnir aftur og fóru fyrsti um málið. Sigurin var tó væl teprari, enn allir hinir hava verið fyrr í ár.
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 04:51.19 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 04:51.44 | +00.50 | 6 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 04:58.39 | +07.40 | 5 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 05:05.34 | +14.30 | 4 |
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 4 | 28 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 4 | 24 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 4 | 20 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 4 | 16 | ||
| 5 | Blikur (AR) | 3 | 9 |
rsf.fo










