Fyri einum ári síðan varð fyrsta Gekkasendingin í SvF, og hon gjørdi m.a. vertirnir Anju Skaale og Rudolf Joensen til fólkaogn eftir sløkum tíma. Gekkurin er hetta árið vorðin yndissending at tosa um - bæði millum teirra, ið dáma at spæla Gekk, men eisini millum fólk, sum ikki torga sendingina.
Rudolf Joensen heldur, at tað var óhugnaligt at fara millum fólk í fyrstuni ella tá fólk kendu hann aftur á gøtuni. Tað var ov nógv av tí góða, men sum fráleið, vandi hann seg við tað.
- Serliga løgið var tað at fólk komu at tosa við meg, eins og kendu meg persónliga.
Stuttligt at hitta børn
- Stuttligari eru børnini, tí tey eru náttúrliga forvitin, og geva seg til kennis á sín serliga hátt.
-Tað er ofta stuttligt at síggja, hvussu smábørn toga í mammuna, tá tey hitta meg onkunstaðni.
- Ein smádrongur tók einu ferðina upp í saman: ?Hann er sama slag sum Rudolf í sjónvarpinum³. Smádrongurin dugdi ikki at skilja, at persónurin á skíggjanum og á gøtuni, var tann sami maðurin, sigur Rudolf.
20 ára gamla Anna Rein er nýggur vertur í sendingini. Hon hevur verið við einar seks ferðir, og dámar arbeiðið sera væl.
Hon kom inn ístaðin fyri Anju Skaale, sum er farin til Danmarkar at ganga í skúla.
- Av tí at Anja einu ferðina í fjør heyst fekk forfall, varð eg biðin at koma við í Gekkasendingini, sigur Anna.
Hon hevur áður arbeitt í SvF, og sum hon sjálv tekur til, skuldi sjónvarpsleiðslan finna ein ósmædnan persón, sum kundi taka yvir leiklutin hjá Anju, eftir einum degi.
Tað gekst Onnu Rein væl hesa einu ferðina, og hon er nú fastur vertur, umframt at hon skipar fyri at fáa vinningar til vega og skipar arbeiðið í samband við sendingina.
Ikki Gekkaspælari
- Vart tú gekkaspælari áðrenn tú gjørdist vertur?
- Nei, ikki annað enn at eg spældi við fyrstu ferðirnar, men so gloymdi eg tað aftur, Tað er so nógv hjá ungfólki at fara til fríggjakvøld, sigur Anna.
Gekkurin verður sendur beinleiðis. Tað merkir, at alt, sum fer fram á skíggjanum, er avtalað frammanundan. Undantikið er tó prátið, tá fólk ringja inn.
Tá Anna og Rudolf byrja sendingina, eru tey bundin í sendistovuni til sendingin er av. Tey hava bert samband við teknikarar o.o. sum samskipa, gjøgnum ein oyrasnigil.
Tað krevur nógv av teimum, sum eru í Gekkastovuni. Onkuntíð hava tey bæði Anna og Rudolf verið illa fyri, tí tey ikki mintust, hvat tey skuldu siga og gera.
Torført ikki at flenna
- Serliga einu ferðina, tá Rudolf skuldi dagfesta ein kjekk. Hann hevði gloymt hvør dagurin var, og spurdi meg, men eg hevði eisini gloymt tað.
- Tá ræður um at bera skjótt at, men tíbetur fingu vit boð um tað í oyrasniglinum, sigur Anna.
Rudolf minnist serliga einu ferðina, tá ein veggur millum gekkastudio og upptøkurúmið rapaði, júst sum sendingin byrjaði. Hann royndi at gera teknikarunum og telefonpassarunum hetta greitt, men tey skiltu tað ikki.
- Eg noyddist at lata sum einki, men tað var torført at halda skil á, tá eg hoyrdi alt sum fólkini kring okkum søgdu og gjørdu, uttan tó at tey vistu av hesum, sigur Rudolf.
Tað kann eisini vera torført at halda sær, tá Rudolf, sum er ógvuliga skemtiligur, sigur okkurt stuttligt, beint áðrenn eg skal siga tølini, sigur Anna.
- Tá ræður nevniliga um at vera álvarsligur og tosa, so fólk hoyra, hvørji tølini eru. Tað er onkuntíð komið fyri, meðan eg standi har og bert skal hugsa um tølini, at tankarnir fara at reika, og at eg fór at flenna og ikki fekk afturhald.Tað er ikki sum at siga tað, sigur Anna Rein
Fyrireikingararbeiðið til gekkasendingina er umfevnandi, hóast tað sær so einfalt út.
Pyntast og greiðast
Sjálvan sendidagin er serliga nógv at gera. Tey bæði tosa fyrrapartin um, hvat er hent í vikuni, og avtala leysliga, hvørji evni skulu takast upp í sendingini.
Síðani fær ein klædnahandil til uppgávu at lata vertirnar í, eins og farið verður á onkra hárfríðkanarstovu at snøgga hárið.
Spurdur, hvssu leingi Rudolf ætlar sær at vera ?Gekka-Rudolf³, sum hann verður kallaður, sigur hann, at tað fyribils verður fram til summarfríðina. Tá fer hann at taka læraraskúlaprógv.
Hann ætlar sær eisini at royna útbúgvingina, men at torført er at fáa lærarastarv á meginlandinum.
- Kanska endi eg úti á onkrum smáplássi, sum lærari og deknur, og so er óvist at eg fáa møguleikar at koma til Havnar hvørja viku, sigur Rudolf skemtandi.
Í kvøld verður okkurt serligt havt á lofti í Gekkasendingini, í samband við eitt ára dagin,men hvat tað verður, fáa vit ikki at vita fyrr enn í kvøld.