Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV spældu móti liðnum úr Garðabær, Stjarnan á Hásteinnsvøllinum í Heimey.
Tað eydnaðist ÍBV at vinna dystin 3-2 aftaná tríggjar dystir á rað, har tað bert eydnaðist ÍBV at knógva eitt stig.
Allison Grace Lowrey og Allison Grace Lowrey skoraðu longu í 14. og 15. minutti. Men tað gingu bert sjey minuttir, so hevði Stjarnan minkað um munin. Allison Grace Lowrey økti til 3-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Stjarnan megnaði at minka um munin, tá eitt lítið korter var eftir av dystinum.
ÍBV er triðfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. FH og Breiðablik eru fremst við 33 stigum hvør.
Fríggjakvøldið 21. august hevur ÍBV aftur dyst á heimavølli. Tá kemur Þróttur á vitjan.









