ÍF gjørt langtíðar sáttmála við venjara

ÍF hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála fram til 2024 við Nenad Saric, ið skal venja teir næstbesu og U21

Tað gongur ikki so væl hjá besta mansliðnum hjá ÍF í løtuni, men Í Fløtugerði verður arbeitt hart við at menna felagið sum heild. Í dag hevur felagið boðað frá, at sáttmáli er gjørdu við 2. deildar og U21-venjara Nenad Saric.

 

Eitt sindur óvanligt í Føroyum, so er sáttmálan galdandi heilt fram til endan av 2024. Nevndin hjá ÍF hevur lagt út í kortini eitt mál, um at seta fleiri ungar spælarar við.

 

- Vit kunnu í kvøld gleðast um, at Nenad Saric heldur fram sum venjari hjá næstbesta liðnum hjá ÍF, umframt U21 liðnum, í minst trý ár afturat. Nenad kom til felagið sum spælari í 2006, og hevur meir ella minni verið partur av felagnum síðani tá

 

- Seinnu árini hevur hann virkað sum venjari, og hetta starvið gongur hann sera høgt uppí, og tað síggja vit úrslitið av. Millum annað liggur 2. deild í oddinum, og harafturat síggja vit fleiri U21-spælarar, bjóða seg fram í Betri deildini, skrivar ÍF.