Ikki óhugsandi at nøkur aftra seg

- Tað er ógjørligt í løtuni at spáa um tað, sum liggur fyri framman, heldur marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways.

 

 

- Vit fylgja ráðunum og tilmælunum hjá almennu myndugleikunum og í spurninginum um, hvar flogið verður, heldur Atlantic Airways seg sjálvsagt eisini til tilmælini hjá danska uttanríkisráðnum.

Tað sigur marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways, Árni Olsen. Hann heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvørt corona-smittan, sum nú eisini er staðfest í Føroyum, fer at ávirka søluna av ferðaseðlum hjá føroyska flogfelagnum.

- Tað er ov tíðliga enn at staðfesta nakran ávísan trend, og tískil tora vit heldur ikki at gera okkum nakra niðurstøðu. Hinvegin er hugsandi, at corona-smittan kann fara at gera, at nøkur halda seg aftur í at keypa ferðaseðil.

Marknaðarleiðarin vísir á, at Atlantic Airways fylgir ráðunum og tilmælunum hjá almennu myndugleikunum og í spurninginum um, hvar flogið verður, heldur felagið seg sjálvsagt eisini til tilmælini hjá danska uttanríkisráðnum.

- Vit hava onga beinleiðis rutuflúgving til nakað land, har danska uttanríkisráðið beinleiðis mælir frá at flúgva, og tískil er rutunetið hjá Atlantic Airways ikki ávirkað í verandi støðu, sigur Árni Olsen.

Í løtuni veit eingin, hvussu tað fer at eydnast ymisku londunum í Evropa at byrgja upp fyri smittu. Tað fer tíðin, sum kemur, at vísa. Árni Olsen heldur, at um útbreiðslan av corona-virus ikki mennist alt ov nógv aftrat, so sær kortini ikki so galið út.

- Men, tað veit eingin, og tí er eisini ógjørligt í løtuni at spáa um tað, sum liggur fyri framman, sigur marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í dag, er tema um corona-virus, sum nú eisini hevur rakt Føroyar, og her er eisini ein størri samrøða við føroyingin, ið varð hin fyrsti, sum varð staðfestur positivur.