Ikki ráð at geva fleiri pensjónistum heimahjálp

SPARINGAR Fyri at spara pening næsta ár, hevur landsstýriskvinnan í almannamálum skotið upp, at eingir nýggir brúkarar skulu takast upp í heimarøktina afturat

At veita pensjónistum heimahjálp, er eftir øllum at døma nú blivin ein so mikið stór fíggjarlig byrða fyri landskassan, at nú skal táttast í.
Í hesum sambandi liggur nú í kortunum, at næsta ár skulu ongir nýggir brúkarar takast upp í heimarøktina.
Tað er eitt uppskot, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú hevur lagt fyri samgonguna í eini roynd at spara pengar næsta ár.
Hetta upplýsa keldur í samgonguni fyri Sosialinum.
Mett verður, at hetta er eitt tiltak, sum fer at spara einar tríggjar milliónir á fíggjarlógini næsta ár.

Kannar allar møguleikar
Rósa Samuelsen segði við Sosialin fríggjadagin, at samgongan hevur álagt henni at spara útvið 30 milliónir næsta ár.
Tí hevur samgongan skotið upp, at avtaka tær automatisku hækkingarnar, sum hava verið í øllum almannaveitingum fyri at leggja upp fyri príshækkingum.
Tað fer at spara 12 milliónir, men so skulu hinar útvið 18 milliónirnar sparast aðrar vegir.
Hinvegin skal hendan avgerðin hjá samgonguni endurskoðast, vísir tað seg, at samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst, enda við lønarhækkingum
Men Rósa Samuelsen sigur eisini, at hon hevur fingið greið boð um, at karmurin til lønarhækkingar og hækkingar í almannaveitingum, skal vera tann sami næsta ár, sum hann er nú.
- Tað merkir, at hækka almennu lønirnar í samráðingunum í heyst og skulu almannaveitingar eisini hækka samsvarandi, skulu tilsvarandi sparingar gerast, tí karmurin hækkar ikki.
Hon hevur tí sagt, at allir møguleikar fyri at spara standa opnir.
Og hon váttar eisini, at eitt av spariuppskotunum er at ongir nýggir brúkarar skulu takast upp í heimarøktina næsta ár.

Fáar umsóknir
Í eini stuttari viðmerking, at tað vísir seg, at tað eru avbera fáar umsóknir at fáa heimahjálp.
Hon heldur, at tað er tað fyribyrgjandi arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu tíðina, har tey eldru fáa meiri miðvísa likamsvenjing hevur gjørt, at tað hevur ikki verið tann stóra tilgongdin til heimarøktina.
-Tað er eisini langt síðani, at allur tann parturin av arbeiðnum hjá heimahjálpini, sum eitur reingerð, varð spardur burtur. Sostatt gera heimahjálpirnar ikki reint fyri fólk longur. Sostatt gevur heimahjálpin bara persónliga røkt nú.
Rósa Samuelsen ásannar, at hetta merkir als ikki, at tey, sum fáa heimahjálp, fáa nóg nógv.
Summi fáa als onga hjálp

-Tað er sera harmiligt, at eldraøkið, sum frammanundan er sera hart rakt, nú skal leggja rygg til enn fleiri sparingar.
Tað sigur Àsa Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag í eini stuttari viðmerking til uppskotið um, at fleiri brúkarar skulu ikki takast upp í heimarøktina næsta ár.
Hon er fullgreið yvir, at sparingar skulu setast í verk, men hon skilir ikki hví tað skulu vera tey veikastu, sum ferð eftir ferð skulu leggja rygg til sparingarnar.
Hon leggur afturat, at gongdin í samfelagnum er tann, at tað verða alsamt fleiri eldri og óhjálpin.
Àsa Holm sigur, at nógv av teimum eldru eru sera illa fyri, sum limirnir í Heilsuhjálparafelagnum ganga til sum heimahálpir.
- Frammanundan er alt, sum eitur reingerð, spart burtur. Nú verður heimahjálp bert latin til persónliga røkt. Men brúkararnir fáa í nógvum førum alt ov lítla hjálp, eisini til persónliga røkt.
- Og summi fáa als onga hjálp og tí er tað heilt óskiljandi, at enn fleiri sparingar skulu setast í verk á økinum leggur hon afturat.

Skilir ikki slíka sparing
- Vit skilja ikki eina slíka sparing, sum nú liggur í kortunum um, at nýggir brúkarar ikki skulu takast inn í heimarøktina.
Tað sigur Maibritt Mohr, forkvinna í Almanna- og Heilsurøktarafelagnum.
Felagið hevur nakrar fáar limir í heimarøktini í Havn og hon hevur eisini frætt um hetta spariuppskotið hjá Rósu Samuelsen.
Men hon vísir á, at tørvurin á eldrarøkt er heilt stórur og at tað standa 60 nøvn á listanum yvir fólk, sum hava bráðneyðugan tørv á at sleppa á ellis- og røktarheim.
Tí skilir hon ikki, at møguleikarnir at fáa heimahjálp, eisini skulu skerjast.
- Eg haldi, at vit eiga at halda fast um ætlanina, at fólk skulu fáa høvi til at vera í egnum heimi sum longst og í hesum sambandi hevur heimarøktin ein heilt avgerðandi leiklut, sigur hon.
- Onkuntíð er tað bara ein løtt hond, ið krevst frá eini heimahjálp fyri at tað skal bera til hjá eldri fólki at verða búgvandi heima og tí hevur ta stóran týdning at halda fast um hesa tænastu, sigur hon.