Klaksvík:
Vit verða víst inn í eina skúlastovu. Har sita eini 20 ung fólk, sum ikki smæðast okkum fyri tað, um vit koma frá fjølmiðlunum. Prátið byrjar spakuliga tó, men tað ganga ikki meira enn einir tveir, tríggir minuttir, so práta tey, sum um tað var lærarin, sum stóð framman fyri tey.
Hesi ungu fólkini greiða frá, at um teimum tørvar rúsdrekka, tí tey ætla sær í býin, so er tað ikki nakar trupulleiki at fáa hendur á rúsandi løgum. Tey siga, at antin fær ein onkran eldri enn 18 ár at keypa fyri seg ella stjelur ein frá eldri systkjum og foreldrum.
- Fleiri gentur hava sjeikar, sum eru 18 ella eldri enn tað, og tað er so ongin trupulleiki at fáa hann at keypa fyri seg, um tað skal vera, sigur ein av næmingunum og leggur afturat, at tað so ofta kemur fyri, at tað ikki bert verður keypt til ein persón, men fleiri.
Dansistaðið fyri ung undir 18 ár, Lognbrá, er nú latið uppaftur, og diskotek er á skránni so gott sum hvørt vikuskifti. Tá ein gongur framvið Lognbrá eitt fríggjakvøld síggjast nógv ung fólk. Tey flestu síggja út til at vera hampulig, men so eru tað nøkur, sum eru so full, at tey illa vita, hvar tey eru, meðan onnur stutt sagt liggja avdottin. Ikki nøkur tespilig sjón, men veruleiki.
Spurd um tað veruliga er neyðugt hjá teimum at hava kenning ella vera full fyri at fara í dans, svara tey, at tað er tað ikki.
- Ein kann væl fara í diskotek uttan at kenna til, men tað er eisini stuttligt, tá ein ikki er edrúur. Og tað eru altíð summi, sum ikki duga og enda so við at detta av ella tað, sum verri er, tað kemur øði í tey, og so verður bardagi. Men tað er ikki so nógv av tí, kortini, greiða tey ungu frá.
Tá vit vísa á, at tað ikki er loyvt ungum undir 18 at drekka rúsandi løgir, verður tað bert smílst og flent at tí. Og onkur sigur okkurt um, at tað er ikki nakar trupulleiki, tí tað er so lætt at fáa hendur á tí.
Ótespiligar umstøður
Tey ungu fílast á umstøðurnar inni í dansihølinum, Lognbrá. Tey siga, at hølið er í vánaligum standi, og tað kundi verðið gjørt eitt ella annað fyri at betra um umstøðurnar.
- Tað tykist ikki, sum um tað altíð verður vaskað so væl inni har. Serliga á wc-unum, men tað vita vit sjálvandi ikki. Til tíðir er tað so skitið inni har, at tað hálvan meira enn nokk, sigur ein av næmingunum, men er so skjótur at leggja afturat, at Lognbrá er frægari enn onki.
Tey ungu í Klaksvík høvdu einki diskotek í umleið hálvtannað ár. Lognbrá lat aftur føstulávintsmánakvøld í 2001 og var stongt líka til fyri umleið hálvum øðrum mánaða síðani. Nú hava tónleikafelagið Sjey 00 og KÍ gjørt avtalu um, at diskotek fyri tey ungu undir 18 skal verða har aftur. Tað er Sjey 00, sum hevur ábyrgdina av tí.
Á Føstulávint í ár, sjálvan Føstulávintsmánadag, gjørdu tey ungu bart á posthúshorninum, har tey steðgaðu ferðsluni og róptu, at tey vildu hava diskotek. Men sjálvi halda tey ikki, at tað er tað, sum hevur gjørt, at tey nú hava fingið diskotek aftur.
- Vit vita ikki reiðiliga, hví Lognbrá lat uppaftur. Hava hoyrt, at tað var eitt ella annað við, at tann barnagarðurin, sum er har, fer út. Men tað leggja vit heldur ikki so nógv í, vit eru glað fyri, at hava fingið diskotekið aftur, siga tey flestu við ein munn.
Tey siga eisini, at tað eru vaktar við dyrnar hvørt dansikvøld, men tey halda, at teir bert hugsa um pengarnar og atgongumerkini.
- Teir áttu eisini at hugsa eitt sindur um okkum ungu. Ikki tí, at nøkrum nýtist at ansa eftir okkum, men um vaktirnir høvdu verið strangari, so høvdu umstøðurnar kanska verið betri, halda ungfólkini.
Tá ein situr soleiðis frammanfyri ein flokk og prátar um eitt ávíst evni, so eru tað ofta tey somu sum svara aftur allatíðina, men í hesum flokkinum eru tað tey flestu, sum tosa. Og ikki øll hesi, hoyra til tann bólkin, sum gongur í diskotek hvørt vikuskifti.
Fleiri av teimum eru ítróttarfólk, sum ganga bæði til fótbólt um summarið og hondbólt ella flogbólt um veturin.
- Ítróttur og rúsdrekka hoyra ikki saman. Antin íðkar ein ítrótt ella gongur ein í býnum, tað riggar ikki at gera bæði, siga fleiri av teimum avgjørd á málinum.
Onnur tiltøk
Tað er ikki bert diskotek at fara til hjá teimum ungu undir 18 ár í Klaksvík. Tey hava millum annað eisini biograf, café og net-café. Umframt øll frítíðarítrivini sum til dømis ítróttur, skótar og tónleik.
Hetta lata tey ungu væl at. Tey siga, at tað er nógv at fara til í Klaksvík, men tey gera eitt nú ikki so nógva nýtslu av biografinum.
- Tað er tí, at filmarnir koma so seint til Klaksvíkar. Um ein er í Havn, og har gongur ein spildur nýggjur filmur, so fer ein sjálvandi at hyggja har. Ein bíðar ikki eftir, at filmurin skal koma til Klaksvíkar, siga hesi ungu fólk, sum sum sagt tó fegnast um, at tað er nógv ymiskt at fara til.
Skjótt gongur tíðin, og vit mugu fara víðari nú. Tey ungu høvdu helst viljað prátað meira við okkum, um tað skuldi verið, men tað eru ikki stundir til meira hendan dagin. Vit takka fyri okkum og fara útaftur úr tí hugnaligu skúlastovuni, sum er karmur um gerandisdagin hjá hesum ungu fólkunum.