Muslimarnir í Fraklandi eru í øðini, eftir at leiðslan á einum skúla í Aubervillers uttan fyri París hevur gjørt av at vísa tveimum muslimskum systrum av skúlanum, tí tær sýttu fyri at taka turriklæðið av høvdinum, tá teir komu í skúla.
Mamma genturnar er ættað úr Algeria og er muslimur, men pápin er jødi, men sigur seg ikki hoyra til nakað ávíst trúarsamfelag. Hann er í øðini inn á avgerðina hjá skúlaleiðsluni og sigur, at hann ætlar sær at leggja málið fyri dómstólarnar. Nógvir fransmenn ivast eisini í avgerðini hjá skúlaleiðsluni. Í grundgevingunum sigur skúlin, at hann hevur tikið avgerðina út frá einari niðurstøðu, sum tann serliga franska grundlógarnevndin gjørdi í 1989. Nevndin gjørdi av, at "mótmælandi" og "trúboðandi" eyðkenni eru ikki loyvd í fronskum sjúlum. Men nógvir fransmenn spyrja, hvussu er vorðið við teimum, sum hava ein kross ella eina dávidsstjørnu hangandi í einari ketu um hálsin.
Hesin spurningurin fær eisini politiska viðgerð. Ein nevnd hjá tjóðartinginum og ein nevnd, sum Chirac, forseti, hevur sett, fara at kunngera sínar niðurstøður innan ársskiftið.