Seinastu tvær vikurnar hevur ein útlendskur bátur ligið við kai í Klaksvík. Umborð eru eini ensk hjún ? hann er lækni, hon er radiografur ? sum eru strandað í Føroyum, eftir at bátur teirra fekk skaða í illveðri í ein útnyðring úr Føroyum.
? Tað kundi havt verið verri statt, men tíbetur høvdu vit vindin í ryggin, tá vit brutu báðar bummarnar í illveðri. Vit fingu ikki brúkt tey stóru seglini, og vit hava bara ein lítlan motor, sum ikki hevði klárað at siglt ímóti nógva vindinum, greiðir Anne Evans frá.
? Vit vóru noydd at fara hagar, sum vindurin tók okkum, og vit høvdu einar 100 fjórðingar til Føroya.
Nú liggur Fyne Spirit, sum er 39 fót seglbátur undir liðini á Draganum á Stongunum í Klaksvík. Har hevur báturin ligið seinastu tvær vikurnar, men nú røkist fyri, at tey sleppa avstað aftur.
? Vit bíða eftir at fáa nýggjar bummar úr Englandi, og teir verða her fríggjadagin. Vit brúka helst ein dag til at fáa teir upp, og so ætla vit okkum at fara avstað, sigur Graham.
Eingin noregsferð
Graham og Anne Evans vóru í Føroyum fyrr í summar. Tey sigldu úr suðri í norð og brúktu ein mánað millum føroysku oyggjarnar. Eftir tað løgdu tey leiðina til Íslands, og tað var á veg úr Íslandi, at tey vóru úti fyri álvarsama óhappinum.
? Nú vit komu aftur til Føroya, valdu vit at fara til Klaksvíkar, tí her er alt, sum vit hava brúk fyri. Hetta er ein góð havn, og her høvdu vit tað gott, seinast vit vóru her, sigur Graham.
? Tað er bara keðiligt, at svimjihøllin og bókasavnið eru stongd beint nú, leggur konan afturat.
Tey høvdu ætlað sær at leggja leiðina til Noregs, men tey hava sligið av nú. Veðrið var ikki til at sigla beinleiðis úr Íslandi til Noregs, og nú hava tey mist nógva tíð av óhappinum.
Tí fara tey at sigla heimaftur til Onglands, har tey ætla sær at arbeiða næstu mánaðirnar, áðrenn leiðin verður løgd suðureftir við lítla bátinum.
Seldu húsini
Í 1996 tóku Graham og Anne eina stóra avgerð, sum tey ikki hava angrað síðani.
Tey seldu húsini, sum tey áttu í enska býnum, Plymouth, og ístaðin keyptu tey sær ein bát, sum hevur verið teirra heim meginpartin av tíðini síðani.
? Eg hava verið í Royal Marine, og tá mín tíð var runnin har, vildi eg finna uppá okkurt øðrvísi, áðrenn eg fór at sláa meg niður við føstum arbeiði og einum meira vanligum lívi.
Tað var tá, at hugskotið um at fara út at sigla rættiliga koma upp at venda. Og síðani 1996 hava tey brúkt ein stóran part av teirra lívi á sjónum.
Graham er útbúgvin lækni, meðan Anne hevur starvast innan sjúkrahúsverkið sum radiografur.
? Vit verða noydd at arbeiða við hvørt, tí tað ber ikki til bara at sigla, og nú fara vit eisini heimaftur at arbeiða, sigur Graham.
Fara á langa ferð
Fyrsta stóra ferðin hjá Graham og Anne var suðureftir í heitari sjógv. Tey fóru úr Onglandi í apríl mánaði í 1998 og vóru ikki heima aftur fyrr enn í september mánaði í 2000. Tá høvdu tey siglt í Norður- mið- og suðuramerika og vitjað alskyns longd har.
Næstu ferð, tey fara avstað, verður leiðin løgd til New Zealand, har tey ætla sær at búgva og arbeiða í eini tvey ár.
? Vit ætla at steðga á Falklandsoyggjunum á vegnum, og har fara vit møguliga at arbeiða eina tíð, áðrenn vit so leggja leiðina til New Zealands.
? Á leiðini heimaftur ætla vit at leggja leiðina fram vð Suðurafrika, men tað liggur nakað frammi í tíðini, so vit fáa at síggja, hvussu tað verður við tí, greiðir Graham frá.
Lært seg at sigla
Tað er ikki so øðiligt við plássi umborð á Fyne Spirit, men tað tykist tó nógv størri umborð, enn tú heldur, tá tú sær bátin.
Graham vísir runt í bátinum og greiðir eitt sindur frá, hvussu tey búleikast umborð.
? Vit hava lært okkum at sigla. Tá vit byrjaðu, var ofta lítið skil umborð, matgerðin var ein marra og tað kundi verða óruddiligt. Nú gongur nógv betur við tí, og tað kemst sjálvandi av, at vit hava siglt so nógv, heldur Anne.
Hon hevur bakað, meðan tey hava ligið í Klaksvík, og baksturin er óførur.
? Tað kann verða sera keðiligt at sigla langar teinar. Vit royna at finna uppá ymiskt fyri at stytta okkum um stundir, men viðhvørt kann tað tykjast drúgt at sigla, sigur Anne.
Men tað eru harafturímóti nógvar góðar løtur á ferðunum, og serliga tá tað verður siglt kring ella millum fremmand lond, er nógv at fáa við.
Vildu sleppa norðureftir
Eftir at hava verið langa tíð sunnanfyri, høvdu tey hug at seta kós norðureftir.
? Hetta er vanliga eitt øki, har ikki so nógvir bátar velja at fara, men vit hildu tað verða spennandi, og vit hava ikki angrað, at vit fóru hendanvegin, sigur Graham.
? Føroyingar hava verið ómetaliga fyrikomandi og hjálpsamir, og tað er munur á, at teir hava betri hug at práta, enn fólk til dømis á karibisku oyggjunum, har tey eru von við nógvar bátar av hesum slagnum, sigur Anne.
? Men tað er eisini munur á sjógvinum her og sunnanfyri. Bylgjurnar reisa seg skjótt, og tú kanst verða tikin av fótum.
Tað fingu Graham og Anne eisini eina smakkroynd av, tá tey komu í illveður á leiðini úr Íslandi. Tey brutu báðar bummarnar og fingu eftir tað bert brúkt eitt lítið segl og hjálpimotorin.
? Tað kundi ivaleyst verið meira dramatiskt, men vit komu til Føroya í øllum góðum, og vit hava ikki mist hugin at sigla av hesi hendingini, sigur Anne.
? Nú gleða vit okkum bara til at fáa bátin í ordan aftur, so vit kunnu leggja leiðina heim til Onglands, sigur Graham.
Og gongst sum ælta, so sleppur strandaði Fyne Spirit úr Klaksvík um vikuskiftið.
Men hetta er ikki seinastu ferð, at hjúnini Evans leitað upp fremmandar strendur.