Illveður er kring alt landið

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um skaðar

savnsmynd

Men talan er um smærri skaðar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Tað byrjaði um trý tíðina í nátt, tá løgreglan fekk tvær fráboðanir úr Hvalvík, síðani eru koman 22 fráboðanir úr Klaksvík, 3 úr Havn, 2 úr Fuglafirði, 1 úr Skálafirði, 1 úr Vestmanna, 1 av Tvøroyri, 1 úr Leirvík, 1 úr Lopra, 2 úr Sørvági, 1 úr Kollafirði, 3 úr Hvannasundi Norðdepli, 1 úr Gøtu, 1 av Vatnsoyrum og 1 av Eiði.

– Talan er mest um takplátur og klædningar, sum loysna, garðar, sum eru um at koppa, lyktapelar o. a., sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at á Gjáarskarði er mált upp í 70 metrar um sekundið, so tað er nógvur vindur í hæddunum. Hann heitir tí á fólk um at kunna seg á síðuna hjá Landsverki um, hvussu støðan er á landsvegunum.

 

 

savnsmynd