Ingi vendi dystinum

Leingi argaðu kollfirðingar, men tá Ingi Olsen varð sendur á vøllin, fekk VÍF vent dystinum til egnan fyrimun

Hondbóltur

Tað er nærum eitt ár síðani, at VÍF í steypafinaluni fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Slitið í økslini hevði leingi argað Inga Olsen, men bert fáar minuttir inni í steypafinaluni, var nóg mikið. Ingi noyddist av vøllinum, og eftirfylgjandi varð hann lagdur undir drúgva skurðviðgerð.

KÍF argaði
Tey flestu mundu tá halda, at hetta samstundis markeraði endan á aktiva leiklutinum, sum Ingi hevur havt í føroyskum hondbólti seinastu 20 árini. 20 ár, har VÍF støðugt hevur verið partur av føroyska oddinum, og - aloftast - við Inga Olsen í einum sentralum leikluti.
Seinasta dystin í grundspælinum var Ingi tó aftur partur av VÍF-liðnum, tá VÍF spældi móti Neistanum. Tað ferðina var leikluturin kanska ikki so eyðsýndur, men tað var hann, tá VÍF leygardagin vitjaði hjá KÍF.
Fyri steðgin vildi nevnliga lítið og einki bera til hjá VÍF. KÍF hevur ofta argað grannarnar fyri norðan, og soleiðis tóktist eisini vera hesaferð. Hóast spælið ikki var flótandi, so stríddust undirtippaðu heimamenninir væl, og frustratiónirnar hjá VÍF gjørdust spakuliga alt sjónligari.
Hetta broyttist tó, tá Ingi Olsen varð sendur á vøllin. Enn er dystarvenjingin kanska ikki so góð, sum hon hevur verið. Men eyga fyri spælinum og evni at stýra hevur hann enn sum fáur. Og hessir eginleikar vóru týdningarmesta orsøkin til, at VÍF fekk koppað dystinum til egnan fyrimun.
Sjampanjuhondbólt gjørdist talan kanska ikki um. Men teir fingu stigini, sum skuldu til, og enn eru teir partur av bólkinum, sum eltir annan av finalusessunum í Atlantic Airways-kappingini.

Fakta um dystin
KÍF-VÍF 24-27 (11-10):
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weyhe 5, Petur Martin Poulsen 5, Arnbjørn Hansen 5(2), Sune Davidsen 4, Gert Hansen 3, Mirco Milenkvic 1, Karl Jóhan Dhurhuus 1
VÍF: Sámal Joensen 9, Áki G. Olsen 6, John Zachariassen 5, Sjúrður Poulsen 3, Agnar Joensen 2, Harald Bjørgvin 1, Ingi Olsen 1
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen