Ingibjørg vann á Natasju

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum seinnapartin ígjár. 

 

Liðið hjá Natasju Hammer, Haukar tóku í Hafnarfirði móti liðnum hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV.

 

Tað vóru Ingibjørg og liðfelagarnir, ið fóru við øllum aftaná ein 24-23 sigur. ÍBV var á odda 16-11 í steðginum.

 

Tá tveir minuttir vóru Haukar bert eitt mál aftanfyri, og støðan var 22-23. Men tá eydnaðist ÍBV at koma uppá 24-22 áðrenn Haukar skoraðu seinasta málið.

 

Natasja Hammer skoraði trý mál fyri Haukar. Ingibjørg Olsen skoraði fýra mál fyri ÍBV.

 

Støðan

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur5500147:11110
2Stjarnan5401143:1118
3Fram5302132:1116
4ÍBV5302131:1236
5KA/Þór5203120:1324
6Haukar5104126:1412
7Selfoss5104132:1482
8HK5104111:1652