– Um almenningurin skal hava innlit í arbeiðsskjølini hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldissamráðingarnar í 2000, so skal innlit eisini gevast í øll onnur arbeiðsskjøl.
Tað sigur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður.
Løgmansskrivstovan hevur noktað fleiri umbønum um alment innlit í arbeiðsskjøl so sum fundarfrágreiðingar hjá føroysku sendinevndini í sambandi við fullveldissamráðingarnar í 2000 við teirri grundgeving, at Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður, og Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, skulu geva loyvi til tess. Høgni Hoydal vil fegin, at øll skølini verða løgd fram, men tað vil Anfinn Kallsberg ikki.
Løgmansskrivstovan noktaði mánadagin Sosialinum innlit í málið. Í svarinum vísir Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, til samrøðu, hann hevur havt við Anfinn Kallsberg um málið í 18. september í 2009, tá hann noktaði fyri, at innlit skuldi gevast í málið:
»Eg hevði í áðni eina samrøðu í Sjóbúðini við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um hansara ummæli av umsóknini frá Beintu Løwe Jacobsen um meirinnlit í tær fundarfrásagnir, ið finnast av fundum millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina um føroyskt fullveldi í 1999 - 2000.
Fyrrverandi løgmaður mælti frá at geva meirinnlit. Hann vísti í hesum sambandi á
– at talan er um innanhýsis, einsíðugar frágreiðingar, sum lýsa føroysku uppfatanina av tí sum fram er farið,
– at fullveldisgongdin er ikki liðug, men áhaldandi, og at um so er, at frágreiðingarnar verða latnar út nú, kann tað skaða framtíðar samráðingum,
– at ítøkiligar samráðingar nú, sbr. yvirtøkulógini § 2 stk. 2, kunnu verða skaddar verða fundarfrásdagnirnar latnar almenninginum.«
Talan er um arbeiðsskjøl
Sosialurin hevur spurt Anfinn Kallsberg, um hann heldur fast við hesa støðu, sum hann gjørdi greiða í sambandi við eina innlitsumbøn fyri trimum árum síðani.
– Ja, tað geri eg, sigur Anfinn Kallsberg. Men tað er ikki tí, at talan er um júst hatta málið. Men talan er um eitt prinsipp, sum eg haldi fast í. Verður innlit givið í hasi innanhýsisskjølini, hvar gongur so markið? So skal alment innlit gevast í øll arbeiðsskjøl í øllum málum, og so fær landsstýrið ikki arbeitt, sigur Anfinn Kallsberg.
Fyrrverandi løgmaður vísir á, at hann hevði sagt tað sama, um onkur til dømis hevði biðið um alment innlit í arbeiðsskjøl í sambandi við marknasamráðingarnar við Bretland.
– Tá hevði eg sagt akkurát tað sama. Slíkt innlit kann brúkast og misbrúkast upp á so nógvar mátar. Men einki fordekt er í hesum skjølum. Fjølmiðlarnir vóru við alla tíðina, teir sótu uttan fyri dyrnar, meðan vit samráddust og vóru á hvørjum tíðindafundi, bæði teimum, sum landsstýrið og stjórnin høvdu saman og hvør sær, sigur Anfinn Kallsberg, sum tvíheldur um, at fjølmiðlarnar ikki eiga at fáa innlit í innanhýsis arbeiðsskjøl – hvørki í sambandi við fullveldissamráðingar ella nakrar aðrar samráðingar.
Skilir væl løgmann
Spurdur um grundgevingin, »at fullveldissamráðingarnar ikki eru endaðar« kann brúkast – er løgmaður avgjørdur:
– Nei, tær samráðingarnar eru bestemt ikki endaðar. Tú hoyrdi sjálvur løgmann á ólavsøku. Hann hevur rent seg í trupulleikar á uttanríkispolitiska økinum og sær nú, at broytingar mugu gerast, sigur Anfinn Kallsberg, sum væl skilir, at løgmaður ynskir broytingar í ríkisfelagsskapinum, so sum hann vísti til í ólavsøkurøðuni.
– Vit hava stórar trupulleikar við uttanríkispolitisku heimildunum. Hetta er ein spennitroyggja, vit eru í, so er má fáast ein loysn, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann vísir á, at ein fríhandilsavtala við Russland er forhandlað upp á pláss.
– Teir søgdu tá, at tað bíðaði bara eftir teirra WTO limaskapi. Nú teir eru limir, eru vit púra lost, tí vit ikki fáa henda limaskap.
Kaj Leo Johannesen rennur seg í somu trupulleikar allastaðni. Tí mugu vit fáa víðari uttanríkispolitiskar heimildir – í øllum førum, har hetta ber til, sigur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður.