Innbrot hjá ítróttarfelag

Óbodnir gestir hava verið á gátt hjá einum ítróttarfelag í Havn í gjár. Løgreglan fekk eina fráboðan seinnapartin í gjár, um at onkur hevði brotið inn hjá einum ítróttarfelag í Havn.

 

Tjóvurin ella tjóvarnir fingu 2.000 krónur við sær.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at teir ikki hava nakran undir illgruna fyri innbrotið enn, men at málið verður kannað.

 

Í fjør vár og summar vóru annars fleiri innbrot hjá ítróttarfeløgum og øðrum felagsskapum í Havn. Í onkrum av teimum førunum er onkur ákærdur og dømdur fyri innbrotini.

 

Annars hevði løgreglan lítið at boða frá. Í Klaksvík varð ein unglingi fluttur á sjúkrahúsið, tí hann var dottin av skutaranum og hevði meiðslað sær beinið. 

 

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um grindaboð í gjár, men meiri spurdist ikki burtur úr, tá tað ikki var gjørligt at staðfesta, um talan var um grind ella einans streym.