Innbrot á Hotel Tórshavn

Í nátt hevur innbrot verið á sjúklingahotellinm Tórshavn í Keypmannahavn. Tjóvar hava verið inni í nátt og teir eru farnir heit inn á uppihaldsstovuna, har teir hava stolið sjónvarpið og eitt radiotól.

Ein bússa, sum stóð í matstovuni at koyra kaffipengar í, er eisini brotin upp og tømd.

Ongin varnaðist innbrotstjóvarnir, sum sostatt sluppu avstað í øllum góðum.

Sjúkrarøktarfrøðingur er á vakt á hotellinum um náttina, men hon hevur tilkallivakt frá klokkan 23 á kvøldi til 7 á morgni og situr sostatt ikki uppi alla náttina.

Hjá monngum sjúklingum og avvarðandi hevur tað verið fastur og týðandi táttur í gerandisdegnum at hittast í uppihaldsstovuni at lurta eftir radio og hyggja at sjónvarpi, men tað verður nú av ongum, í hvussu so er fyribils.

Innbrotið verður nú meldað, men vánirnar um, at nakað spyrst burtur úr, eru helst ómetaliga lítlar.

Hotel Tórshavn húsast í fimtu fimtu hædd og einum parti av sættu hædd í einum stórum húsi við lyft ímillum hæddirnar. Har er nógv annað virksemi í húsinum, so tað ber ikki til at læsa hotellið um næturnar.

Hotellinum siga tey, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tey eru fyri innbroti, tí tað er hent av og á.