Í nátt hevur innbrot verið hjá Demich í Stiðjagøtu uttarlaga á gamla Vebastaðvegnum. Løgreglan sigur, at innbrotstjóvurin, ella tjóvarnir, hava brotið ein rút fyri at sleppa inn, og innkomnir, hava teir eisini brotið eina hurð. Og inni á eini skrivstovu hava teir funnið lykilin til eitt pengaskáp, og tað hava teir tømt.
Løgreglan veit ikki enn, hvussu nógv var í pengaskápinum, men talan er um nakrar túsund krónur. Løgreglan hevur tryggjað sær nøkur spor á staðnum, men hevur annars ikki so nógv at ganga eftir. Tí heita tey á fólk, sum kunnu hava sæð okkurt, sum kann hava samband við innbrotið, um at siga frá.
Innbrotið hevur verið ímillum klokkan átta í gjárkvøldið og klokkan seks í morgun. Tey síðstu fóru úr húsinum klokkan seks í gjárkvøldið og hondverkarar komu aftur til arbeiðis á verkstaðnum klokkan seks. Men innbrotið varð ikki uppdagað fyrrenn fólk kom á skrivstovuna klokkan trý korter til átta í morgun.