Í gjár var tann seinni av innbrotstjóvunum, sum brutu inn í Føroya banka á Toftum herfyri, leyslatin. Hann varð varðhaldsfongslaður fram til 8. juni, tí hann noktaði seg sekan. Nú hevur hann tó broytt meining, hevur játtað seg sekan og slapp tí út.
Hesin maðurin var saman við einum øðrum handtikin leygarnáttina 26. mai, tá teir royndu at ræna tvær pengaboksir. Hetta miseydnaðist sum kunnugt, og verða teir nú skuldsettir fyri vanligt innbrot.