Inntøkan av sjónum skramblar niður

Annað árið á rað eru útgoldnu hýrurnar í fiskivinnuni minkaðar við einum fjórðingi

Hagstovan skrivar á heimasíðu síni, at samlaðu lønarútgjaldingarnar higar til í ár hava verið knappar 3,4 milliardir krónur. Hetta er 140 mió. kr. minni enn fyrra hálvár 2008. Afturgongdin svarar til 4%.

að er serliga innan fiski- og byggivinnuna at afturgongdin er stór, har er 13% minnið útgoldið. Tænastuvinnan hevur eina afturgongd uppá góð 5%. Innan almenna umsiting og vanligar tænastur er meira útgoldið í ár. Framgongdin er 6%.

Innan fiskiskap eru lønirnar annað árið á rað minkaðar við einum fjórðingi. Fyrra hálvár í 2007 vóru lønarútgjaldingarnar í fiskiskapi nærum 500 milliónir krónur. Fyrra hálvár í fjør var talið komið niður á 370 mió kr., og fyrra hálvár í ár vóru lønarútgjaldingar í fiskiskapinum 280 milliónir krónur.