Internetið hevur verið sløkt í Iran í 36 tímar.
Tað skrivar interneteygleiðarin Netblocks.
Tað eru landsins myndugleikar hava sløkt internetið í landinum. Tað hendir, meðan stórar mótmælisgongur fara fram.
– Vandin fyri harðskapi og umfatandi drápum av mótmælisfólkum eftir at internetið er stongt, er stórur, sigur Mahmood Amiry-Moghaddam, stjóri í NGO-felagsskapinum Iran Human Rights, sum hevur høvuðssæti í norska høvuðsstaðnum Oslo.
Mótmælisgongur hava verið í Iran síðani seinasta mánað. Mótmæli hava verið um bæði búskaparligar trupulleikar og almennar atfinningar av skipanini.
Mótmælini byrjaðu á basarinum í Teheran, har handilsfólk vóru ørkymlað av inflatiónini.
Mótmælisgongurnar eru tær størstu síðani 2022-2023.
Á leiðini eru mótmælisgongurnar vorðnar landsumfatandi.
Hóast internetið varð sløkt, hildu mótmælisgongurnar fram, skrivaði tíðindastovan AFP í gjár.
Mótmælisgongurnar byrjaðu 28. desember og hava kostað í minsta lagi 65 mótmælisfólkum lívið, upplýsir iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA.
Teirra millum eru 14 trygdarfólk, 50 mótmælisfólk og ein persónur við tilknýti til stjórnina.
/Ritzau/










