Inventar og innrætting í breiðastu merking

- Í samband við veiting av innbúgvi, selur Inventar Tænastan eisini heildarloysnir, har vit seta upp innbúgv fyri kundar. Soleiðis er tað eisini lætt og ómakaleyst hjá kundanum at keypa frá okkum, sigur stjórin.

 

- Vit hava verið partur av fleiri stórum og spennandi verkætlanum, har vit hava verið veitarar av bæði føstum og leysum innbúgvi, sigur stjórin í Inventar Tænastuni, Eirikur Jacobsen.

- Vit eru ein fyritøka, sum selur alt frá innrætting av skrivstovum, handlum, skúlum til innpakningspappír og ymiskt annað.

 

Tað sigur Eirikur Jacobsen, stjóri í Inventar Tænastuni.

 

Hetta er ein fyritøka við sera stórum vøruúrvali og soleiðis ein heildarveitari av innbúgvi og útgerð til skrivstovur, goymslur, handlar, skúlar, stovnar, barnagarðar, eldrasambýlir og ítróttarhallir.

 

Eirikur Jacobsen vísir á, at Inventar Tænastan selur mest til vinnuna, men privatir kundar eru eisini vælkomnir at keypa, og her hevur fyritøkan eitt nú gávulutir, lampur, gardinur og garderobuloysnir.

 

Inventar Tænastan varð stovnað í 1990, og í 1994 keypti Jørgen Petersen fyritøkuna, sum fekk navnið Inventar Tænastan.

 

Í 1997 flutti Inventar Tænastan til Heygsvegin, har fyritøkan framvegis húsast. Í oktober 2020 seldi Jørgen fyritøkuna til núverandi eigarar, ið eru Eirikur Jacobsen, Brandur Jacobsen og Albert Ari Thomassen.

 

Hóast nýggjar eigarar verður fyritøkan rikin á sama hátt, har dentur verður lagdur á at hava kappingarførar prísir, stórt og breitt vøruúrval á goymslu og góða kundatænastu.

 

- Onkrar broytingar hava tó verið í vøruúrvalinum, har vit eitt nú hava fingið umboð upp á kend merkir so sum Fumac, Kinnarps, Lampefeber.dk, Uniqa og Andreu World, sigur stjórin.

 

##med2##

 

Inventar Tænastan hevur tvær heimasíður, Inventar.fo, sum í løtuni er undir dagføring. Her kemur vøruskráin hjá fyritøkuni at verða sýnd fram umframt tað nýggjasta, sum er á marknaðinum.

 

- Eisini hava vit heimasíðuna supersellers.fo, har vit sýna alt okkara handilsinnbúgv fram. 

 

Við Heygsvegin hevur Inventar Tænastan framsýningarhølir í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er framsýning við skrivstovuinnbúgvi, fundarinnbúgvi, stólum, móttøkuinnbúgvi og øðrum. Í ovaru hæddini er handilsinnbúgv og innpakningur.

 

Seinastu árini er Inventar Tænastan vaksin støðugt, og nú arbeiða seks fólk í fyritøkuni.

 

##med3##

 

- Vit hava verið partur av fleiri stórum og spennandi verkætlanum, har vit hava verið veitarar av bæði føstum og leysum innbúgvi. Nevnast kunnu Glasir, Skúlin á Fløtum, og so eru vit í gongd við at veita innbúgv til nýggja og stásiliga H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum. 

 

Eirikur Jacobsen sigur, at í samband við veiting av innbúgvi, selur Inventar Tænastan eisini heildarloysnir, har fyritøkan setir upp innbygd fyri kundar.

 

- Soleiðis er tað eisini lætt og ómakaleyst hjá kundanum at keypa frá okkum, sigur stjórin.

 

##med4##

 

 

 

- Vit hava verið partur av fleiri stórum og spennandi verkætlanum, har vit hava verið veitarar av bæði føstum og leysum innbúgvi, sigur stjórin í Inventar Tænastuni, Eirikur Jacobsen.