Iran hóttir aftur við at steingja Hormussundið

- Álopini á Libanon eru brot á fyrsta punktið í avtaluni, sum Iran og USA hava undirskrivað, sigur iranska hernaðarleiðslan

Iranska hernaðarleiðslan sigur, at Hormussundið fer at verða stongt fyri allari skipaferðslu aftur eftir nýggju ísraelsku álopini á Libanon.

 

- Álopini á Libanon eru brot á fyrsta punktið í avtaluni, sum Iran og USA hava undirskrivað, sigur Iran.

 

Umboð fyri Iran og USA eru í Sveis, har samráðst verður um eina endaliga friðaravtalu í Miðeystri.

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sigur í samrøðu við Fox News, at ítøkiligar samrøður kunnu fara fram í morgun, eftir at ongar samrøður vóru í gjár.

 

Varaforsetin sigur, at eingi prógv eru fyri, at Iran fer at steingja Hormussundið, og sjálvur væntar J.D. Vance, at hann verður í Sveis ein av næstu døgunum.

 

Verjan í Libanon sigur, at tilsamans 16 fólk eru dripin í Nabatieh-økinum har suðuri í Libanon.

 

Hetta veit AFP at siga í dag.

 

Framhaldandi ísraelsku álopini á Libanon hótta vápnarhvíldaravtaluna, sum fríggjadagin kom í lag millum Ísrael og Hizbolla.

 

Eisini ísraelski herurin (IDF) hevur váttað, at ein avtala var gjørd millum stríðandi partarnar.