Tað skrivar Ritzau í morgun við Reuters sum keldu.
Útmeldingin kemur eftir, at USA í nátt framdi nýggj álop í Iran. Samstundis segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at hann framvegis sær møguleika fyri eini friðaravtalu við Iran.
Kollveldisgardan sigur, at hon varðveitir sær “lógiliga og greiða” rættin at svara aftur upp á hvørt amerikanskt brot á vápnahvíldina.
Sambært iransku herdeildini er ein amerikonsk drona skotin niður, og eisini skal skotið hava verið eftir einum stríðsflogfari, sum fleyg inn í iranskt loftrúm.
Samtíðis eru toppsamráðingar í gongd í Qatar millum Iran og USA. Endamálið er at fáa enda á stríðnum, sum hevur vart í fleiri mánaðir.
Amerikanska herleiðslan Centcom váttar álopini í Iran og sigur, at talan er um verjuatgerðir fyri at verja amerikanskar hermenn móti hóttanum frá iranskum herdeildum.










